Tað gekk akkurát hjá 07 Vestur

Søren Nielsen var tvífaldur málskjútti, tá ið næstbesta KÍ liðið noyddist úr Vágum við ongum

07 Vestur heldur fram at vinna. Í dag var heimasigurin tó tepur, tá ið næstbesta KÍ liðið vitjaði. 07 Vestur vann 2-1, eftir at hálvleiksstøðan var 1-0 til KÍ.

 

Besta KÍ liðið heldur frí hetta vikuskiftið, og klaksvíkingar vóru væl mannaðir í Sørvági. Veteranurin Meinhardt Joensen var í málinum, og millum útispælararnar vóru Tórur Justesen og Heðin Klakstein. Gestirnir vístu frá fyrsta bríksli ógvuliga góðan hugburð, og tað fingu teir beinanvegin úrtøku burturúr.

Tað var Jógvan Isaksen, sum longu í sjeynda minutti legði KÍ framum, eftir at bólturin við frísparki varð lagdur í brotsteigin, og KÍ leiðslan helt, inntil ein tími var farin.

 

Dygst undan hvíldini bjargaði KÍ á málstrikuni, tá ið Tóki á Lofti royndi seg við stútara, og í góðari støðu fekk Søren Nielsen ikki tamarhald á, tá ið bólturin datt út aftur í brotsteigin.

Tað var Søren Nielsen, sum javnaði, og sum skoraði sigursmálið, tá ið tað restaðu átjan minuttir. Harvið er hann toppskjútti við tólv málum.

 

Í fyrra førinum var tað eftir langt innkast, sum Holgar Durhuus tók sær av. Gunleif Magnusarson snittaði bóltin víðari, og so var Søren Nielsen á rætta staðnum og stýrdi við høvdinum bóltin í málið.

Í seinna førinum stýrdi Søren Nielsen við høvdinum bóltin upp um KÍ málverjan, eftir at rangstøðufellan hjá klaksvíkingum kiksaði, tá ið tað varð lagt innfyri.

Síðstu løtuna stríddust klaksvíkingar fyri at svara aftur, men tað eydnaðist ikki.

 

07 Vestur er topplið við 32 stigum – seks fleiri enn EB/Streymur sum spælir nú, og sum eigur ein útsettan dyst á.

KÍ er á sætta plássi við 15 stigum.