Tað gekk bara ikki

Hjalmar Klein Olsen, sum í vetur hevur vant besta mansliðið hjá vestmenningum, helt, at fleiri orsøkir vóru til tapið móti Neistanum

- Tað var so nógv, sum kiksaði, segði Hjalmar Klein Olsen, tá vit eftir dystin spurdu, hvør orsøkin var til, at tað ikki eydnaðist VÍF at vinna FM-heitið leygardagin.

- Sum so var Bárður einasti leikarin, sum veruliga spældi ein góðan dyst, helt venjarin, sum annars vísti á, at bakspælararnir hjá teimum ongantíð sluppu rættuliga fram at.

- Ingi verður beinanvegin tikin úr dystinum, og tá so Sámal heldur ikki sleppur framat, so fáa vit ikki gogd á okkara spæl, greiddi Hjalmar frá, sum kortini legði dent á, at tað gekk so nøkunlunda í fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki koma vit ongantíð í gongd. Teir fáa nøkur mál beinanvegin, og hetta noyðir okkum at royna við mansverju, men samstundis skapar hetta betri pláss til hinar leikararnar, og m.a. Áki Mørk gjørdi sær rættuliga dælt av hesum, helt Hjalmar.

Eina løtu í seinna høvdu vestmenningar tó fatur á Neistanum, og Hjalmar helt eftir dystin, at um VÍF tá hevði fingið nøkur mál, so høvdu teir komið rættuliga innaftur í dystin. Hetta hendi tó ikki, og móti endanum mugu vit bara satsa alt, og so gekk tað bara sum tað gekk, var niðurstøðan hjá Hjalmari.

Annars heldur Hjalmar eisini, at vestmenningarnir hava verið nakað tunnir við bakspælaranum í vetur. Áki Olsen hevur ikki verið við í ár, og harumframt hevur Daniel Rápa verið skaddur meginpartin av tíðini, og Hjalmar er sannførdur um, at nógv hevði verið øðrvísi, um rumenin hevði verið tøkur alt árið.

Sostatt kundi tað ljóðað sum um, at ein loysn kundi verið at fingið Áka Olsen aftur til barndómsfelagið, og í øllum førum segði Hjalmar, at teir vóna at hava hann aftur í hópinum komandi kappingarár.