Tað gjørdist einki á Svangaskarði

1. DEILD: Fýra dystir verða spældir nú seinnapartin

Klokkan 15.15 var oyggjauppgerð ásett at vera á Svangaskarði, har B68 hevði vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi.

Men tað er eingin oyggjauppgerð á Svangaskarði ídag. Dómarin, Rani A. Skaalum, tosaði við liðformenninar báðar, áðrenn hann gjørdi av, at útseta dystin, tí líkindini eru ikki at spæla fótbólt. Sum tað skilst verður tosað um, at teir fara at royna aftur í morgin. Formliga er tað FSF, sum ásetur dystartíðina.

Tað eru fýra dystir í næstbestu deildini ídag

AB – 07 Vestur

B71 – FC Hoyvík

B36 – NSÍ

HB - KÍ