Tað er at fegnast um , at tað glógvar í ungdóminum hjá Miðflokkinum.
Út frá hesum loyva vit okkum at gita, at Jenis av Rana hesaferð ikki er líka arrogantur, sum Bill Justinussen, og at Miðflokkurin eisini í hesum máli gongur í tveimum.
Um tað so glógvar í tveimum øðrum samgongufólkum eisini í hesum málum, so fer løgtingið kanska ikki at taka somu himmalrópandi arrogantu støðu, sum Bill, Rodmund, Bárður og Jákup í fíggjarnevndini.