Bátinum bilar einki. Tað varð í hvussu so er staðfest leygarkvøldið í Klaksvík. Sámal Hansen hevur smíðað nýggja Eysturoying, og tí hevur tað sjálvsagt ongantíð verið ivi um, at báturin stendur øll mát, sum hinir bátarnir hjá Sámali so meistarliga gera.
Tá ið Eysturoyingur í fjør ikki vann, so varð avgjørt at flota gamla Eysturoyingin – tann frá 1998 – aftur, men leygardagin vóru menninir í Kappróðrarfelagnum NSÍ aftur í nýggja bátinum, og teir vunnu sannførandi. Hetta var fyrsta ferðin, at teir vunnu í nýggja bátinum.
Tað er harmuligt, at tað bara eru trý 10-mannafør, sum kappast, men norðoyastevnuróðurin vísti, at tað eru møguleikar fyri, at tað kann fara at verða spennandi, hóast Eysturoyingur í fyrsta róðrinum ongantíð var rættuliga hóttur av hinum báðum.
Eysturoyingur hevði besta startin, og tað vísti seg, at teir høvdu tamarhald á støðuni allan vegin. Vestmenningur royndi einar tvær ferðir at bjóða av, og frá at hava verið eina bátslongd aftanfyri eydnaðist tað vestmenningum at eta seg heilt fram á Eysturoyingin, men so svaraði guli báturin aftur. Tá ið teir fóru um málið, var munurin tó ikki meiri enn ein hálv bátslongd, og harvið er tað púra opið undan 2000 metra teininum, sum tað næsta leygardag fer at verða kappast á, tá ið Sundalagsstevna verður í Hvalvík.
Hoyvíkingur í Argja hami megnaði ongantíð at blanda seg í kappingina um fremsta plássið.
Seinastu nógvu árini hevur Eysturoyingur verið tann, ið hevur vunnið mest av øllum, men nú eru tað trý ár síðani, at guli báturin var meistari. Í fjør vann hann tveir teir fyrstu róðrarnar, og so vóru klaksvíkingar bestir. Í fyrraárið var Eysturoyingur ikki við á Norðoyastevnu og trimum øðrum róðrum, men í 2007 vann Eysturoyingur allar róðrarnar og harvið FM heitið.
?10 mannafør
1 Eysturoyingur 07:14.05
?2 Vestmenningur 07:16.16
?3 Hoyvíkingur 07:21.14