Tað hoyrir við til almenna vitan at kenna søguna um R. M. S. Titanic og syndarligu søgu tess.
Tá skipið varð bygt, var Titanic tað higartil størsta marglætisferðamannaskipið nakrantíð - og stoltleiki reiðarísins, White Star Lines.
Skipið varð nevnt dreymaskipið. Men longu á jomfrúferðini frá Evropa til USA rakti vanlukkan skipið:
Titanic sigldi á eitt ísfjall og sakk í kalda Norðuratlantshavinum klokkan hálvgum trý um náttina tann 12. apríl 1912 við 2.223 fólkum umborð. Av teimum sjólótust 1.500.
Síðani hevur lagnan hjá Titanic fest røtur hjá nærum øllum heimsins borgarum sum higartil størsta skipsvanlukkan.
Hesin syndarligi tilburður er mangan síðani endavendur og tað, sum vitini hava sagt, er kannað og endursagt ótaligar ferðir - eisini fleiri ferðir á filmi.
Nú hevur ein av nútíðar filmsleikstjórum, James Cameron - sum hevur gjørt so matar filmir sum Terminator, Aliens, Dýpið og Lívshættislig lygn - kastað seg yvir søguna um Titanic, og ber navn hansara tekin um, at vit fáa eina sera hugtakandi film um tímarnar, innan skipið sakk, og um nakrar av teimum lagnum, ið gjørdust offrini.
Tann 101 ára
gamla lítur aftur um bak
Søgan hjá James Cameron byrjar á okkara døgum við vrakið av sjálvum Titanic á tess æviga hvílistað á Norðuratlanshavsins botni, 4.000 metrar undir vantskorpuni. Ein framfýsin eydnujagstrari, Broc Lovett (Bill Paxton) jagstrar við sera framkomnari útgerð skattir í vrakinum.
Í einum bjargaðum pengaskápi finnur hann eina koltekning, sum enn er heil, av eini vakrari, ungari kvinnu. Tekningin verður víst á CNN, og? ein ferug 101 ára gomul kvinna (Gloria Stuart) sær hana og setir seg í sambandi við rásina: Hon er tann unga gentan á tekningini. Hon játtar at koma við til kanningarskipið, og har oysir hon minnini fram - og gjøgnum hennara frásøgn verða vit førd 85 ár aftur í tíðina, til tað flótandi strálandi slottið, sum er í ferð við at lætta akker í Southampton og jomfrúferð síni við kós móti New York.
Og millum tey mongu ferðafólkini, halda vit serliga eyga við tveimum ungum fólkum, hvørs lagnur skjótt skulu møtast í einum ástarleiki - tvørtur um sosialu mørkini, og hvørs lív skjótt broytast med alla.
Einki kann skilja tey
Rose DeWitt Bukater (Kate Winslett) er ein 17 ára gomul yvirklassa-amerikanar, ið er um at kvalast í ríkmannaumhvørvinum, sum framtíðin bjóðar henni. Tá hon rennir seg í ein frían fugl millum 3. klassaferðafólkið, ið eitur Jack Dawson (Leonardo DiCaprio), verður hon bergtikin. Hann letur upp eygu hennara fyri tí stóra og hugtakandi heiminum uttanfyri, og skjótt er forbodni, men sterki, kærleikin teirra millum veruleiki.
Einki á hesi jørð kann koma millum teirra - sjálvt ikki nakað so óteinkiligt, sum tað, at Titanic skuldi sokkið.
Á vegnum verður eisini fokuserað á aðrar lagnur umborð á hesum mikrokosmosinum: Cal Hockley, spældur av Billy Zane, arvingur til eina risaogn og trúlovaði hjá Rose, og Ruth CeWitt Bukater, framfýsna mamman hjá Rose, spæld av Frances Fisher. Oscar-vinnarin Kathy Bates hevur leiklutin sum tann litríki »unsinkable« Molly Brown. Aðrir søguliga rættir persónar eru E. J. Smith, skipari (Bernhard Hill), stjórin í White Star Line-reiðarínum (Jonathan Hyde) og sjefkonstruktørurin av Titanic, arkitekturin, Thomas Andrews (Victor Garber).
Millum ferðafólkið er eisini besti vinurin hjá Jack, ein italskur flótti, nevndur Fabrizio de Rossi (Danny Nucci) og Spicer Lovejoy (David Warner) býttisliga loyli tænarin hjá Cal Hockley.
Upptøkur gjørdar umborð á »rætta« Titanic
Tá vit í filminum síggja vrakið av Titanic, so er tað tað »rætta« vrakið. Hjá James Cameron var tað eitt ófrávíkiligt krav fyri filmsætlanina. Hann leigaði russiska kanningarskipið, Keldysh, tí tað hevði tveir av teimum fimm mannaðu mini-kavbátunum, sum eru til í øllum heiminum. (Mir 1 og Mir 2), sum megna at kava teir 4.000 kravdu metrarnar niður í dýpið.
Tá fólkini aftan IMAX-filmin Titanica filmaðu vrakið í 1992, varð tað gjørt innan úr einum kavbáti við níggju tumma tjúkkum rútum. Einki upptøkutól hevði kunnað staðið móti lága temperaturinum og teimum mongu atmosferutrýstinum uttanfyri. Hesum avmarkingum vildi James Cameron vinna á. Loysnin var at konstruera eitt eyka hús úr titanium til 35 mm-upptøkutólið við tilhoyrandi ljósið, sum var sett á ein pall. Nú var møguligt at fjarstýra tólinum inn og út úr vrakinum. Og tá tólið bert kundi hava 12 minuttir av filmi í senn, skuldi hvør upptøka neyvt leggjast til rættis. Til tað endamálið varð bygt eitt model av vrakinum.
Endurbygdu Titanic
Hesar undirvatnsupptøkur vóru útgangsstøðið fyri filminum - og grundarlagið fyri endurminningunum hjá teirri »eldru« Rose aftur til 1912.
Nú kom so túrurin til sjálvt skipið - oman á vatninum. Til tað endamálið varð bygt tað higartil størsta vatntangastudio á Rosarito-strondin í statinum Baja California í Mexico. Uttari vatntangin rúmar 65 milliónum litrum av vatni, tann innari 19 milliónum litrum og hartil kom ein næstan 3.000m2 stórur ljóðpallur eins og tríggir smærri pallar. Nú bar so til at fara undir at endurbyggja Titanic innan sum uttan - ein av teimum mest krevjandi uppgávunum nakrantíð í filmsøguni. Framleiðsludesignarin Peter Lamont arbeiddi út frá teinum upprunaligu tekningunum og fann upprunaliga tilfarið og litir á marglætisbúnýtinum.
Titanic var 264 metrar long og vigaði út við 60.000 tons, og dekoratiónirnar til filmin vóru bert umleið 10% smærri. Tú kennir tað, sum ert tú umborð.
Heimsins dýrasti filmur
Størsta avbjóðingin var - sjálvandi - at endurskapa hendingina, tá Titanic sakk. Fyri at filma skipið í øllum sínum veldi, varð bygt eitt upptøkutólatorn, sum var næstan 60 metrar høgt. Samanstoyturin við ísfjallið gjørdi, at Titanic fór at leka í síðuni, og vatnið, sum lak inn, tyngdi forstavnin so mikið, at skipið at enda støkk av um tvøran. Og meðan fremri parturin fór til botns, datt afturparturin eina løtu upp á pláss, fyri síðan at reisa seg við einum vinkli upp á 90° - og sakk so til botns. Hetta er sera stórsligið at síggja á filmi.
?Og tað sum síðani hendur - tey fleiri hundrað ferðafólkini, sum flóta á sjónum í bjargingarvestum, deyð av kulda, eru myndir, sum nærmast etsa seg inn í hornhindina.
Undir framleiðsluni av filminum lá tað støðugt James Cameron á hjarta, at allur hesin tøkniliga krevjandi parturin av filminum ikki skuldi køva søgunnar kjarnu: menniskjuni umborð - og fram um alt - tað hugtakandi søguna um bannaða kærleikan millum Rose og Jack.
Leikaralistin var sera týdningarmikil, og James Cameron valdi tvær av teimum »hottastu« ungu, nýggju sjørnunum til høvuðsleiklutirnar.
Filmurin Titanic, sum við eini fíggjarætlan upp á 2,2 milliardir krónur er dupult so dýrur sum heimsins higartil dýrasti filmur, verður frumsýndur í Havnar Bio fríggjadagin komandi - hin 23. januar