Tað hevur stóran týdning, at hetta verður gjørt í samstarvi við Føroyskar myndugleikar Tað sigur danski verjumálaráðfrúan, Trine Bramsen. Tað er Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sum hevur spurt hana um radaran og hann sigur, at stjórnin í Danmark ætlar at brúka 1,5 milliardir til tað tey kalla ein arktiskan kapasitetspakka.
Endamálið við tí er at styrkja donsku støðuna í Arktis og Norðuratlantshavninum.
Hon vísir á, at økið ímillum Ísland og Bretland er av størsta týdningi, men nettupp á hesi leiðini er eftirlitið ikki nøktandi, serliga í Føroyum,tí radarin í Hetlandi ikki røkkur til Føroyar.
Sosatt ber tað til hjá hernaðarflogførum at flúgva um okkara leiðir, uttan at verða uppdagað, men verður radari settur upp í Føroyum fer tað eisini at bera til at hava eftirlit við flogførum, sum annars helst vilja vera loynilig.
– Trine Bramsen sigur, at tað er er avgerandi, at Føroyar og Danmark eru samd um at endurstovna hernaðarradaran á Sornfelli og tí er ein samskipanarbólkur av embætisfólkum úr Danmark, Føroyum og Grønlandi, settur at arbeiða við málinum.
Men tað er Jenis av Rana, hon samskiftir við og so stendur tað til hann, hvussu hann kunnar aðrar partar í Føroyum, sigur verjumálaráðfrúan.
Trine Bramsen sigur eisini, at verður radarin veruleiki, fáa føroyskar fyritøkur høvi til at bjóða seg fram at gera arbeiðið, sum krevst, har tær hava førleika til tað.