- Hetta er ógvuliga positivt.
Jarvin Feilberg Hansen, formaður í Pedagogfelagnum, sigur, at tað var eitt gott tiltak, tá ið Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í gjár kallaði øll fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum á fund at tosa um nýggju sáttmálasamráðingarnar, sum skulu verða næsta ár.
Men hinvegin, so kann tað bara blíva betri, leggur hann afturat.
Leggja lunnarnar
Sáttmálarnir hjá teimum almennu fakfeløgunum ganga ikki út fyrrenn 1. oktober næsta ár men hóast tað ikki er fyrrenn um hálvtannað ár, ætlar landsstýrismaðurin longu nú at taka tey fyrstu stigini fram ímóti samráðingunum.
Tí bað hann øll fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum koma á fund í gjár.
Á fundinum umrøddu tey, hvussu sáttmálasamráðingar kunnu samskipast á besta hátt og partarnir tosaðu um, hvussu ásetingarnar í sáttmálunum kunnu gerast greiðari og einfaldari.
Hetta hevði gjørt tað lættari hjá stovnum, lønardeildini hjá fíggjarmálaráðnum og fakfeløgum, at umsita sáttmálarnar.
Kann bara blíva betri
- Tað er frálíkt, at landsstýrið tekur stig til at hitta fakfeløgini at tosa saman í friði og náðum í friðartíð, sigur Jarvin Feilberg Hansen.
Tað vóru eini 60 fólk á fundi og formaðurin í Pedagogfelagnum heldur, at støðan kann bara blíva betri, tí tað vanliga er, at sáttmálasamráðingarnar stjala ómetaliga nógva tíð.
- So ber tað til at semjast um ein framferðarhátt, sum gera samráðingarnar einfaldari, er tað avgjørt ein fyrimunur.
Men eitt endamál við hesi tilgongdini er at gera samráðingarnar einfaldari og kanska onkusvegna samansjóða tær, har orðingar í teimum ymsu sáttmálunum líkjast og at finna felags orðingar fyri fleiri av sáttmálunum
Tíðina fyri okkum
Jarvin Feilberg Hansen sigur, at á fundinum tóku tey fyrsta stigið til at fyrireika næstu sáttmálasamráðingarnar og mitt í summar skulu partarnir hittast aftur.
Tá skulu fakfeløgini siga sína hugsan um, hvussu tey kundu hugsa sær, at samráðingarnar verða skipaðar.
- Nú hava vit tíðina fyri okkum og tað kann væl henda, at okkurt gott spyrst burtur úr hesum.
Men nú hevur slíkt verið upp á tal fyrr, men tað er hvørja ferð enda við, at partarnir kortini sita í síðstu løtu?
- Ja, men tað, sum er farið, kunnu vit ikki brúka til so nógv. Nú eru nógv nýggj fólk í teimum ymsu nevndunum og eg merkti, at rættiliga góð undirtøka er fyri hesi mannagongdini. Og sjálvur havi eg so ikki roynt hetta fyrr, sigur Jarvin Feilberg Hansen.
- Eg havi álit á, at hetta ber til, tí nú hava tær ymsu felagsnevndirnar eisini høvi til at siga sína hugsan um, hvussu samráðingarnar skulu skipast.
Ikki eitt orð um lønarhækking
Hinvegin gjørdi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum greitt, at lønarkrøv og lønarkarmar vóru ikki mál, sum skuldi viðgerast á hesum fundinum og tað varð heldur ikki tikið upp á tunguna.
Tey nevndu heldur ikki útsøgnina frá løgmanni um, at allar lønarhækkingar næsta ár skulu takast inn aftur í sparingum, tí almennu útreiðslurnar skulu ikki hækka næsta ár.
Løgmaður segði somuleiðis, at ongin kundi droyma um at lønirnar skuldu hækka aftur næsta ár, men heldur ikki hetta varð nevnt á fundinum.
Hinvegin varð eisini tosað um at gera eitt veruligt og haldgott hagtalsgrundarlag at føra samráðingarnar út frá.
- Kundu báðir partar samst um eitt halgtalsgrundarlag at ført samráðingarnar út frá, hevði tað hevði verð ein stórur fyrimunur fyri samráðingarnar, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum.
Fremja sáttmálarnar
Annars staðfestir hann, at bøtast kann um korini upp á nógvar ymsar mátar.
- Eitt nú er nógv ymisk protokollat tengd at sáttmálunum um eldrapolitikk, seniorpolitikk. Felags lønartalvur o.s.fr, og ein máti kundi verið at lagt størri dent á at sett tey verk.
Annars vísir Jarvin Feilberg Hansen á, at einaferð í tíðini hava lønirnar eisini verið prístalsreguleraðar, men hann leggur dent á, at heldur ikki hesin spurningurin hevur verið til umrøðu yvirhøvur.
- Vit fara avgjørt upp í hetta samstarvi við opnum sinni, leggur hann afturat.