Tað kiksaði hjá Giza Hoyvík

Við sigri í grannauppgerðini lyfti HB seg longri burtur frá botninum

Giza Hoyvík var undan dagsins umfari í næstbestu fótbóltsdeildini á triðja plássi.

Í dag átti liðið heimavøll ímóti teimum næstbestu hjá HB, ið mest sum alt kappingarárið hava verið í nánd av niðurflytingarstrikuni.

Tað er HB ikki longur. Í dag legði HB øgiliga bragdliga fyri, og áðrenn hálvur tími var farin, var HB frammanfyri 2-0. Í báðum førum var tað Adrian Justinussen, sum skoraði málini. Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Jákup Pauli Breckmann um HB leiðsluna til 3-0

 

Giza Hoyvík royndi fram ímóti dystarenda at svara aftur. Ahmed Keita minkaði um munin til 3-1, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat umsetti Mikkjal T. Hentze brotsspark til mál. Harvið var HB leiðslan 3-2, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.

 

Giza Hoyvík hevur 21 stig, og HB hevur 13 stig. Undir strikuni eru B71 og AB við ávikavíst seks og fimm stigum.