Tað kom einki mál á Skála

Skála hevur nú spælt fimm landskappingardystir uttan at skjóta mál

Máltalvan broyttist einki tann hálvanannan tíman, sum tað seinnapartin av Effo-fótbóltur á Skála.

Úrslitið millum Skála og ÍF var málleysur javnleikur.

Síðsta korterið var tað væl meiri hendingaríkt frammanfyri bæði málini. Andras Gango í Skála málinum og Henrik Jensen í ÍF málinum bjargaðu báðir væl.

Hjá báðum liðunum gekk tað illa at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. ÍF toppskjúttin Dánjal á Lakjuni noyddist longu eftir eitt korter skaddur av vøllinum. Tað var ein smeitur fyri fuglfirðingar.

Merkisvert er tað, at Skála ikki hevur skoraði landskappingini í ár, nú skálamenn hava spælt fimm dystir.

 

LIÐUGT

0-0

 

88) 0-0

Bæði liðini skifta út:

Hjá Skála avloysir Jan Ingason Hansen Ólav Mikkelsen.

Hjá ÍF avloysir Margeir Toftegaard Ara Ó. Ellingsgaard.

 

87) 0-0

Vandamikil støða eftir ÍF horna, men bólturin ferðast allan vegin út í hitt borðið.

 

85) 0-0

Nú er styttri millum stóru málmøguleikarnar. Efit innlegg úr vinstru frá Jónhardi Frederiksberg royndi Michal Przbylski seg, men ÍF málverjin bjargaði meistarliga.

 

80) 0-0

ÍF bítur frá sær, og nú var um reppið, at tað eydnaðist fuglfirðingum at skora. Niels Pauli Danielsen royndi seg við frísparki av brotsteigarmarkinum, skotinum bilti einki, men Andras Gango í Skála málinum, tveitti seg og bjargaði heilt uppi í málhorninum.

75) 0-0

Skála roynir við langskotum. Tað er vandamikið, tá ið Mamuka roynir seg, meðan royndin hjá Hákun Edmundsson fer væl omanfyri málið.

 

70) 0-0

Skála skiftir út: Michael Pszybylski avloysir Jákup Johansen. Dystargongdin er tann sama.

 

60) 0-0

Nú er Skála leikliga greitt omaná, og talan er um spentar støður, uttan at tað hava verið upplagdir málmøguleikar.

 

50) 0-0

ÍF spælir seg til stóran málmøguleika eftir skjótt mótálop. Ari Ó. Ellingsgaard smekkar til, men Andras Gango bjargar.

 

46) 0-0

Bæði liðini hava skift út:

Hjá Skála avloysir Jónhard Frederiksberg Edvin Jacobsen, sum sá út til at vera skaddur.

Hjá ÍF avloysir Sámal Jákup Joensen liðformannin Boga Reinert Petersen, sum ivaleyst er skaddur.

 

HÁVLEIKUR

0-0

Lars Múller hevur bríkslað fyri hálvleiki. Tað er framvegis málleyst. Hjá ÍF er tað stórur smeitur, at Dánjal á Lakjuni noyddist av vøllinum tíðliga í fyrra hálvleiki.

 

41) 0-0

Nú var tætt við, at Skála skoraði, tá ið Hákun Edmundsson royndi seg úr sera góðari støðu, men hann sendi bóltin á ÍF málverjan. Møguleikin stóðst eftir at Edvin Jacobsen hevði sneitt framvið fleiri mótstøðumonnum.

 

36) 0-0

Tað er langt millum spentu støðurnar frammanfyri málini, og nú er tað langt síðani, at ÍF var í Skála brotsteiginum. 

 

31) 0-0

Nú var tætt við, at Skála skoraði fyrsta málið í 2017. Eftir at Mamuka fór um koll, royndi Leivur Joensen seg við frísparki úr góðari støðu, 20 metrum, men bólturin streyk dygst omanfyri málið.

 

24) 0-0

Líkindini eru ógvuliga góð. Tað er turt, stilt og ikki sørt lýtt. Kanska kundi spælið verið betri skipað.

 

21) 0-0

Skála er meiri á bóltinum, men tað gongur illa hjá heimaliðnum at spæla seg til málmøguleikar. ÍF dúvar upp á skjót mótálop.

 

17) 0-0

Tað var ivasamt, um ÍF toppskjúttin Dánjal á Lakjuni var førur fyri at spæla. Nú er hann farin skaddur av vøllinum, og í hansara stað er komin Jóhan Petersen.

 

10) 0-0

ÍF hevur havt risa møguleika. Eftir innlegg úr vinstru royndi Dánjal á Lakjuni seg, men bólturin fór framvið. 

 

00) 0-0

Spælararnir eru komnir á vøllin aftur eftir upphitingina, og nú verður gjørt klárt til fyrsta bríksl.

 

Skála-ÍF kl. 17.00

Dómari: Lars Müller

Skála: Andras Gango - Ari Olsen, Jákup Jacobsen, Ioba, Leivur Joensen - Jákup Johansen, Pætur Dam Jacobsen, Ólavur Mikkelsen, Edvin Jacobsen - Hákun Edmundsson - Mamuka

ÍF: Henrik Jensen - D. P. Højgaard, Jákup Andrias Gaardbo, Ndende, Alex José dos Santos - Andy Olsen, Bogi Reinert Petersen, Kristoffur Jakobsen, Ari Ó. Ellingsgaard - Niels Pauli Danielsen - Dánjal á Lakjuni 

 

 

Fyrsti dysturin í fimta umfari í Effo deildini verður á Skála klokkan 17. Tá fær Skála vitjan av ÍF.

Higartil hevur Skála vunnið tvey stig – í tveimum málleysum javnleikum. Skála hevur tapt 1-0 í Sarpugerði og 2-0 í Trongisvági.

Arnhold Berg og André Olsen eru darvaðir av vøddaskaðum, og Brian Jacobsen er leikbannaður. Jákup Jakobsen er tøkur aftur eftir leikbann.

 

ÍF var annan páskadag fyri stórum vónbroti, tá ið álopsroyndin fyri at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti 07 Vestur endaði við 1-0 tapi. ÍF hevur spælt tríggjar heimadystir á rað, og úrtøkan er ein sigur (3-1 á EB/Streymi), ein javnleik (0-0 ímóti HB) og so 1-0 tap ímóti 07 Vestur.

Fritleif í Lambanum er darvaður av skaða í fótliðnum, og tað hevur verið ivi, um toppsjúttin Dánjal á Lakjuni fór at vera førur fyri at spæla ídag. Hann hevur verið plágaður av skaða í lærkrikanum.