Tað kostar at vitja við báti í Nólsoy

Stevnugestir, sum ætla sær á Ovastevnu við báti, skulu gjalda 350 krónur fyri at fáa bátapláss. Unn Perdemo er forkvinna í Stuðulsnevndini, sum savnar inn pening til frama fyri ein komandi svimjihyl í Nólsoy. Hon sigur, at stuðulsnevndin hevur leigað eina bátabrúgv, og tað er neyðugt at seta slíkt krav, um tað skal hanga saman fíggjarliga.

- Vit vita einki um, at folk hava tikið tað illa upp, sigur Unn Perdemo.

Ovastevan verður um vikuskiftið.