TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við liðskiparan hjá KÍF, Guðruna Lindenskov Joensen, aftaná Guðrun og liðfelagarnir høvdu tapt 0-3 ímóti Drátti í tí fyrru FM-finaluni, sum var leikt í høllini á Hálsi í Havn í gjár.
Guðrun Lindenskov Joensen staðfestir, at einki koyrdi hjá KÍF í gjár. Hon er tó ivaleys í, at fær KÍF sítt spæl at koyra, so fer tað at føra til sigurs hjá kollafjarðakvinnum.
Guðrun Lindenskov Joensen vísur aftur, at tað er tarnandi fyri hana og liðfelagarnar, at tær aldrin áður hava vunnið eina finalu. Hon slær fast, at tær hava vunnið finalur í teimum yngru deildunum, og leygardagin ætlar hon, at tað verður KÍF, sum tekur liðmynd við gullheiðursmerkjum um hálsin.