Tað lukkaða landið

Ringt var at trúgva sínum egnu oyrum, nú boðað varð frá, at alt løgtingið hevði samtykt forboð fyri øllum lýsingartilfari á útlendskum máli. Sum skilst var hetta forboð ásett eftir boðum frá føroyska prestastýrinum (málnevndini).

Tað er greitt, at nøkur ynskja og hava altíð ynskt at steingja landið av fyri útlendskari ávirkan. Hetta hava serliga verið tey Kuba-trúgvu, blandað við fyrrverðandi DDR viðhaldsfólkini. Men at eingin annar mutar ímóti hevði eg ikki roknað við.

Dagin eftir samtyktina um forboðið boðar heimspressan frá, at Kubanar fyri fyrstu ferð sleppa inn í ein telduhandil, gott nokk kunnu teir ikki enn keypa eina teldu, sum har kostar 4.000 krónur, ímeðan lønin sigst verða 150 krónur um mánaðin.

Í mínum barnaárum gleddist man serliga til tíðina, tá donsku príslistarnir komu í hvørt hús. Dreingirnir vóru mest spentir upp á tann frá Candor, har serliga øll útgerð til súkklurnar var at fáa, man stríddist við tað danska til at finna fram til, hvat skuldi bestillast. Hjá konufólkunum var tað helst tann hjá Daels og aðrir móta-príslistarnir, sum høvdu størsta áhugan. Helst lærdu fleiri enn eg meira danskt úr Candor príslistanum enn í skúlanum.

Ótrúligt at man kundi uppliva at fyrsta stigið í globaliseringini skuldi enda við einum forboði fyri øllum útlendslum tilfari.

Hugaligt verður, tá stórar europeiskar haldilsketur fara at senda lýsingartilfar á enskum til teir áleið 500 milliónur europearar, men samtíðis fáa at vita, at ímillum hesar 500 milliónir eru 48.000 fólk sum í fylgi prestastýrinum ikki tola at síggja ella lesa slíkt.

Ófatuligt at brúka fleiri 100 milliónir í skúlanum fyri at okkara børn skulu læra útlendskt mál, tá ið hesi so skulu brúka tað, so setur man forboð fyri tí møguleikanum.

Eg gangi út frá, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan gevur Málnevndini frávik (undantak) fyri at skipa fyri einum almennum báli, hvar øll húsarhald frívilliga bera á bálið alt útlendskt lýsingartilfar, tey kundu ligið inni við, áðrenn Málnevndin fer á húsarannsókn fyri at handtaka tey, sum ikki frívilliga hava latið alt útlendskt tilfar á bálið.

Undrist yvir mínar fyrrverðndi starvsfelagar í vinnunevndini, at teir samdir taka undir við harraboðum frá prestastýrinum. Totalt forboð ljóðar ikki sum eitt vinnuligt frambrot.

Næsta stigið verður væl at steðga útlendskum lýsingum á internetinum.

Havi hoyrt okkurt um, at man í Norðurkorea og á Burma hevur okkurt tílíkt system. So tað hevði verið upplagt, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum í einum av sínum mongu uttanlandsferðum millumlendi í Norðurkorea fyri at finna tað totala forboði.

Hurra fyri fyrsta átakinum í globaliseringini.