Í sølubúðini hjá Kemilux á Hjalla hava tey havt úr at gera í hesum korona-tíðum, nú nógv fólk hava verið heima og í størri mun hava tikið sær onnur ting fyri.
Seinasta tíðin hevur nevniliga verið merkt av, at privatfólk, fyritøkur og stovnar hava keypt nógv meira spritt enn nakrantíð áður, og soleiðis hava handverkarar, fyritøkur og stovnar eisini keypt nógv meira av hondvaski, pappírautomatum og pappíri til automatirnar.
Sølan av wc-pappíri til privatkundar hevur neyvan nakrantíð verið størri enn seinastu vikurnar.
Í samband við korona-smittuna, hava eisini tey hjá Kemilux verið noydd til at skipa seg øðrvísi enn annars, bæði í framleiðsluni og í sølubúðini á Hjalla, og hetta hevur sjálvsagt eisini havt sínar avbjóðingar.
- Nú fólk hava verið meira við hús enn vanligt, hevur hetta eisini merkt søluna hjá okkum av eitt nú vaskievnum, vaskiamboðum og gróðurreinsi, siga tær báðar, Birita Hansen, sølufólk og Julietthe Hansen, sum starvast í handlinum á Hjalla.
Tær vísa á, at tá ræður um vanligt vaskievni, sum eitt nú upp & niður vask og hondsápu, keypa flestu hesi vaskievni við anga, men tað vísir seg, siga Birita Hansen og Julietthe Hansen, at tey yngru fara meira og meira eftir tí við ongum anga, tí tey vilja vera meira umhvørvisvinarlig.