Tað prutlar í Fuglafirði

Spenningurin er ógvuliga stórur í Fuglafirði, har teir ikki vilja hoyra talan um, at uppgávan verður lættari í kvøld, tí EB/Streymur leygarkvøldið var partur av langari og intenari steypafinalu

Tað resta sjey umfør av landskappingini. Tað eru tískil framvegis 21 stig eftir at spæla um, og tí ber ikki til at siga, at tað er farið undir endaspurtin. Men støðutalvan sigur, at talan er um rættuliga lyklauppgerð, tá ið EB/Streymur í kvøld fer til Fuglafirðar. Talan er um sanna toppuppgerð, og úrslitið í kvøld fer at viga nógv, tá ið stigaposarnir fara at verða taldir um ein stóran mánað.
Fyritreytirnar kunnu tykjast ymiskar. Meðan EB/Streymur leygarkvøldið var partur av langari og sera intensivari steypafinalu, sum teir í Sundalagnum alla síðstu viku høvdu fult fokus á, so hava fuglfirðingar síðani 2-0 sigurin á B36 í Gundadali næstsíðsta sunnudag (tann fyrsti á B36 á útivølli í 30 ár!) havt fokus á avbjóðingini í kvøld.
-Sjálvandi kendist tað sum eitt vónbrot at tapa steypafinaluna, og leygarkvøldið var nógv orka nýtt. Men soleiðis eru treytirnar, og sunnudagin vendu vit eygunum burtur frá finaluni og ímóti landskappingini. Nú er tað greitt, at um vit skulu vinna nakað í ár, so skal tað vera í kappingini um FM, og tað savna vit okkum fult og heilt um nú, sigur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi.
Hóast stóra stríðið ímóti Víkingi, so eru spælararnir ikki so nógv merktir av stóra stríðnum. Tað er greitt, at Egil á Bø framvegis er skaddur, og Pætur Dam Jacobsen er ikki tøkur, tí hann er leikbannaður eftir reyða kortið í finaluni. Arnbjørn Hansen spældi bara eina løtu leygarkvøldið, og hann er í ferðalagnum, sum fer til Fuglafirðar seinnapartin.
-Vit hava sett hvørjum øðrum stevnu tíðliga seinnapartin. So eta vit saman og tosa um avbjóðingina í kvøld, áðrenn vit fara úr Sundalagnum. Støðutalvan og úrslitini seinastu nógvu vikurnar siga, at talan verður um stóra avbjóðing, men vit trúgva upp á okkara møguleika, sigur Heðin Askham.
Í 7. umfari vann EB/Streymur 2-1 í Fuglafirði, og úrslitið var tað sama, tá ið ÍF í 12. umfari vitjaði við Margáir. Í fjør vann EB/Streymur 4-0 og 2-0 í Fløtugerði, og í 2010 vóru úrslitini millum hesi bæði liðini 1-1 og 3-3, tá ið tey hittust í Fuglafirði. Seinasta ferðin, at ÍF vann á heimavølli ímóti EB/Streymi var 8. august í 2009, tá ið úrslitið var 3-1.

Stórur spenningur
Í Fuglafirði eru allir spælararnir tøkir. Karl Løkin var í síðstu viku og royndarvandi í Herfølge. Hann er nú aftur í Fuglafirði og verður á ÍF liðnum inntil kappingarlok. Síðani er ætlanin, at hann skal fara til Danmarkar.
ÍF hevur vunnið fulla úrtøku burturúr teimum seks dystunum, sum eru spældir síðani 30. juni. Samlaði málmunurin í hesum sigrunum er 18-6.
-Allir spælararnir eru við í verjupartinum. At tað verður arbeitt hart og miðvíst í tí partinum er grundarlagið. So er tað upp til okkum at taka av, tá ið vit fáa møguleikar. Tað fáa vit altíð, og tað hevur eydnast væl, segði Flemming Christensen, venjari hjá ÍF, í samrøðu við Rás2 næstsíðsta sunnudag.
Hóast fyritreytirnar kunna tykjast ymiskar hjá ÍF og EB/Streymi, so siga teir í Fuglafirði seg rokna við stórari avbjóðing. Um tað eydnast ÍF at vinna í kvøld, so verður ÍF topplið undan seks teimum seinastu umførunum. Tí er tað einki at siga til, at spenningurin millum áskoðararnar er ógvuliga stórur. Tað prutlar orduliga undir lokinum!
ÍF-EB/Streymur: Petur Reinert mikudagin klokkan 18.00.