Tað regnar meiri enn áður

Havn: "Tað regnar so illa í Havn". Soleiðis verður ofta skotið eftir havnarfólki. Hóast øllum ikki dáma hetta eins væl, so er hetta kortini rætt.

Tey seinastu hagtølini yvir avfallið í Havnini í 2004 vísir, at nøgdirnar av regni og kava eru øktar, hóast einki verður sagt um talið av døgum við avfalli.
Eitt yvirlit um ymisk viðurskifti í kommununi vísir, at í fjør var avfallið 1.506 mm., meðan miðaltalið undanfarin ár hevur ligið um 1.284 mm. um árið.
Hinvegin so kunnu havnarfólk svara aftur við at siga, at sólin skein munandi meiri í høvuðsstaðnum í fjør enn undanfarin ár.
Í fjør vóru nevniliga 938 sólartímar í Havnini, meðan miðaltalið undanfarin ár hevur ligið góðar 100 tímar lægri ? 840 tímar.