Tað reina Hanky Panky í Café Natúr

Nú kemur Jens Marni Hansen aftur á vitjan í Hanky Panky the Show, meðan Uni Debes og Tróndur Enni bjóða kvinnuhjørtunum av leygarkvøldið.

 

- Hanky Panky The Show hevur kollvelt fríggjakvøld, sum vit kendu tey. Live úr Café Natúr stjórna teir báðir, Eyðfinn Drewsen og Johan í Kollafirði, ti besta ballinum í býnum. Feiti tónleikurin, svøku hugskotini og stuttligu kappingarnar gera, at Café Natúr er einasta staðið at vera fríggjakvøld, sigur Café Nátúr í tíðindaskrivi.

 

Oman á tað heila spælir Jens Marni Hansen eisini alt fríggjakvøldið og náttina við. Fáur føroyskur tónleikari spennur so vítt sum Jens Marni Hansen. Hann leitar djúpastu kenslurnar fram, og hann kann seta eld í eitthvørt ball við tí ráasta rokkinum.

 

Leygarkvøldið eru Uni og Tróndur aftur í Café Natúr. Líkamikið um hugurin stendur til djúpasta bluestónleikin, eina friðsæla løtu við kærleikanum í tonkum ella ball um geilar, so eru Tróndur Enni og Uni Debes rætta valið til leygarkvøldið.

 

- Tónleikaliga spennið tryggjar, at kvøldið kann bara enda væl, sigur Café Natúr.