- Sólarris og sólsetur eru altíð góð myndaevni – eisini til ein kalendara, men tað eru smáu bygdirnar, garðsløg, hamrar, fossar og ymiskt annað eisini, sigur Ólavur Frederiksen.

Áhugin fyri rundkoyringini var ekstremur

- Mítt arbeiði sum myndamaður hevur flutt seg nógv hesi árini, og nú arbeiði eg mest fyri fyritøkur, kommunur, stovnar og fyriskiparar av ymiskum slag, sigur Ólavur Frederiksen.

 

- Sólarris og sólsetur eru altíð góð myndaevni – eisini til ein kalendara, men tað eru smáu bygdirnar, garðsløg, hamrar, fossar og ymiskt annað eisini, sigur Ólavur Frederiksen.

Sosialurin hevur aftur í ár givið út Føroya Myndakalendara, sum fæst til keyps kring landið, og hetta er sjálvsagt kalendarin fyri 2023.

 

Tað er Ólavur Frederiksen, sum eigur fyritøkuna Faroephoto, ið eigur allar myndirnar í kalendaranum hesaferð.

Her eru myndir, sum á ymiskan hátt er knýttar at árstíðini, men fyri myndamannin eru slíkar kalendaramyndir ikki nakað serstakt longur. 

 

- Eg havi nú tikið myndir so leingi, og eg eigi eitt hav av góðum myndum, sum saktans kunnu prýða ein slíkan kalendara.

 

Ólavur Frederiksen sigur, at hann í fleiri ár eisini hevur tikið myndirnar, sum eru í kalendaranum hjá Lions Tórshavn.

 

- Mítt arbeiði sum myndamaður hevur flutt seg nógv hesi árini, og nú arbeiði eg mest fyri fyritøkur, kommunur, stovnar og fyri fyriskiparar, tá tiltøk eru av ymiskum slag.

 

Hann vísir á, at kalendaramyndir kunnu vera ymiskar, men hesa ársins tíð, tá vit nærkast jólum, eru tað serliga skýmingsmyndir, sum eru áhugaverdar og sum fólk serliga vilja hava.

 

- Sólarris og sólsetur eru altíð góð myndaevni – eisini til ein kalendara, men tað eru smáu bygdirnar, garðsløg, hamrar, fossar og ymiskt annað eisini.

 

Umframt at taka myndir fyri fyritøkur, kommunur og stovnar, tekur Ólavur Frederiksen eisini nógvar myndir fyri ferðavinnuna.

 

- Jú, eg havi altíð ríkiligt at gera, og eg arbeiði sjey dagar um vikuna – so nógvar tímar um samdøgrið, sum eg megni.

 

Tað er eingin loyna, at maðurin er nógv eftirspurdur sum myndamaður.

 

Ólavur Frederiksen sigur, at tann einstaka myndin – ella myndaevnið – sum hevur fingið størsta uppmerksemi, eru myndirnar, hann tók nakrar dagar, áðrenn Eysturoyartunnilin læt upp.

 

- Eg slapp inn einar 2-3 dagar, áðrenn tunnilin læt upp, og hesar myndirnar eru farnar kring allan heim.

 

Hann sigur, at áhugin fyri rundkoyringini í Eysturoyartunlinum var snøgt sagt ekstremur.

 

- Tað vóru miðlar av øllum handaslag – og allastaðni úr heiminum, sum vendu sær til mín um hesar myndir, sigur Ólavur Frederiksen.

 

##med2##

 

 

- Sólarris og sólsetur eru altíð góð myndaevni – eisini til ein kalendara, men tað eru smáu bygdirnar, garðsløg, hamrar, fossar og ymiskt annað eisini, sigur Ólavur Frederiksen.

Ólavur Frederiksen hevur ongantíð upplivað so stóran áhuga sum fyri myndunum úr Eysturoyartunlinum.