Tað sansar at hjá Obama

Tað kemur ikki Barack Obama, forseta væl við, at amerikanska hagstovan hevur boðað frá, at nýggjar forsagnir vísa, at tað

gongur ikki so væl at basa arbeiðsloysinum, og at búskaparvøksturin eisini er heldur minni, enn roknað varð við.

Ein nýggj meiningakanning hjá blaðnum Wall Street Journal og sjónvarpinum NBC vísir, at nú eru tað bara 36 prosent av amerikanarunum, sum halda, at tað fer at eydnast Obama at fáa búskapin aftur á beint. Harafturat siga heili 60 prosent av teimum spurdu, at eftir teirra tykki rekur stjórnin skeivan politikk á búskaparøkinum.

Úrslitið av einari kanning vísir, at hevði forseaval verið nú, hevði Obama vunnið á Mitt Romney við hálvum øðrum prosentstigi. Fyri bara fýra vikum síðani vístu kanningar, at Obama lá 3,6 prosentstig frammanfyri.