Piparnøtur, mandarinur, karamellur, jólamaður og jólapakkar, dansur um jólatræið og mangt annað gott var á skránni til tað seinasta jólahaldið hjá Sosialinum í miðlahúsinum á Argjum.
Vanligt er, at tá øll eru komin, verður fyrst og fremst dansað um jólatræið. Soleiðis var eisini í ár. Børnini vóru kanska nakað ótolin eftir jólamanninum, men tey drivu kortini á at syngja. Nissumamma og nissupápi, Hví man alt vera so hugnaligt í kvøld, Gleðilig jól og allir teir kendu jólasangirnir vóru sungnir á tamb.
Brádliga kom røringur í. Jólamaðurin sást koma oman eftir vegnum, og sjálvur blaðstjórin fór út í tún at taka ímóti.
Innkomin setti hann stóra sekkin frá sær. Eyguni á børn-unum gjørdust sera stór, men fitt og fegin slógu tey ring um jólatræið enn einaferð og sungu Eg eri jólamaðurin, áðrenn jólamaðurin setti seg at býta gávur-nar út.
Har var mangt og hvat í pakkunum. Leikur av ymsum slagi, og fegin fóru børnini beint til mammurnar og páparnar at vísa, hvat tey høvdu fingið.
Síðani var farið til borðs. Borðreitt varð við smyrjibreyði til tey vaksnu. Børnini fingu eisini breyð, men tey allarflestu mundu taka av tilboðnum um sjokolátapálegg. Um matarlysturin var so góður hjá øllum, er helst ivasamt, men tað týdningarmesta er, at tey hugnaðu sær hesa løtuna.
Eftirsum, at tað var seinasta jólahaldið á Argjum, hevði jólamaðurin eisini pakkað ein posa við góðgæti til hvørt barnið. Alt tosið um at flyta og næstu jól, upptók tó ikki børnini tað stóra. Tey høvdu ivaleyst í teirra pakkum hesa løtuna á Argjum. Men jólamaðurin, hann hugsaði um síni bein til næstu ferð.
? Aja, næstu ferð verður tað í Vágsbotni, so tá síggjast vit har, men tað verður nógv longri at ganga, segði jólamaðurin, áðrenn hann fór av aftur Sosialinum ? ivaleyst at vitja onkran annan og at býta fleiri gávur út.