Tað verður eingin hernaðar-radari settur upp á Sornfelli uttan at Føroya Løgting hevur samtykt tað. Tað gjørdi Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, púra greitt í tíðindunum á FM1 nú á miðdegi.
Annars frættist í gjár, at ein stórur meiriluti á Fólkatingi í Danmark hevur nú í dag gjørt eina semju um, at ein radari til hernaðarlig endamál skal setast upp á Sornfelli, og avtalan er, at 390 milliónir skulu setast av til endamálið.
Talan er um ein radara, sum skal halda eitt eyga við loftrúminum og við kavbátum í einum stórum øki rundan um Føroyar.
Jenis av Rana, sigur, at hetta er ein politisk semja í Danmark, men tað merkir ikki, at radarin verður settur upp.
Hann sigur, at tann tíðin er farin, tá ið danir kundu seta ein radara upp á Sornfelli, uttan at spyrja føroyingar eftir. Hesa ferð er tað greitt, at eingin radari verður settur upp, uttan at myndugleikarnir í Føroyum hava góðkent tað.
Jenis av Rana hevur ikki hildið, at tað hevur verið neyðugt at kunna uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum um málið, tí tað er ikki komin nakran veg. Men nú er tíðin búgvin og í dag fer hann at kunna uttanlandsnevndina um málið.
Trýst á pílin á myndini og hoyr Jenis av Rana greiða frá, at sjálvandi verður eingin radari settur upp, uttan at at vit sjálvir hava góðkent tað.