Hanus Samró
----------
Tað er heldur sjáldsamt, at vallyftir verða hildin, men í millum mongu uppskotini, ið vórðu borin fram á løgtingið í dag, er týdningarmesta vallyftið av øllum: viðurskiftini hjá lesandi í Føroyum.
Mótrokingarskipanin
Síðani mótrokningarskipanin av studninginum varð sett í verk í august 2011, hava lesandi kent til sviðan av »sjalusiskatti«, har inntøkur oman fyri kr. 10.000 um mánaðin, verða mótroknaðar við 10% av studninginum. Skipanin hevur havt óhepnar avleiðingar, tí fleiri næmingar á t. d. Setrinum, har miðalaldurin er 28,6 ár, hava familjur og børn. Við tí í huga, so er tað ikki óhugsandi, at tey skulu rinda fyri bæði hús og heim. Fleiri verða tískil noydd at arbeiða við síðuna av, men »sjalusiskatturin« hevur bara elvt til stríð, tí tað loysir seg ikki at vinna pengar aftaná skúlatíð.
Loysa seg at arbeiða
Fólkaflokkurin vann valið við sloganinum »tað skal loysa seg at arbeiða«. Her verður ikki bara sipað til handverkarar og vanliga arbeiðaran, men so sanniliga eisini fyri tey, ið eru undir útbúgving. Undirritaði fegnast sjálvandi um, at eitt av vallyftunum liggur uppi í tinginum, tí í uppskotinum stendur:
»inntøkumarkið í samband við inntøkujavningina hækkar úr kr. 10.000 til kr. 20.000.«
Undirritaði fer at gera sítt til, at uppskotið verður samtykt, tí tað skal loysa seg at arbeiða – eisini hjá lesandi.