Tað skal rokka meir

Tann 17. november er frumframførslan av sangleikinum FAME, sum studentaskúlanæmingar úr Hoydølum framføra. Nú tíðin styttist eru, venjingarnar fleiri og oftari enn tær hava verið frammanundan. Vit hava verið við til eina av venjingunum


Tað er týskvøld, klokkan er júst farin av sjey, og átta ung fólk eru komin saman í Hoydølum. Tey fara inn í evningarhølini og byrja at flyta borð og stólar út til veggin, tí gólvið skal nýtast til venjingar til sangleikin FAME.
Jákup Veyhe er leikstjóri og hann leggur fyri:
- Í dag ætlaði eg, at vit skulu fáa dramasenurnar at virka. Vit fara at prøva at speglvenda pallin, soleiðis at tit sita í trappuni.
- Fert tú at broyta nú, spyr ein av leikarunum.
- Tað er nú at tær stóru broytingarnar koma, svarar hann.
Leikararnir seta seg á borð og stólar, sum ímynda ta trappuna, ið verður á pallinum í Norðurlandahúsinum, tá leikurin skal framførast um 17 dagar.
- Minnist til, at tað er ein dramaklassi, tey nema við hvønn annan, sigur Jákup og leikararnir flenna.
- Altso, tey vísa at tey tora, greiðir Jákup frá.
Tey fara í gongd við venjingarnar, næmingarnir sita í einum flokki, og Mikkjal Helmsdal spælir lærari teirra Jani.
 
Spot ella ikki
Í hesi senuni er tað Jack, sum verður leiktur av Bergi Dam Jensen, sum skal framføra fyri flokkinum. Hann fer fram á pallin.
- Einki spot? Hvar er ljósið, spyr hann læraran.
Jákup Veyhe spyr, um tey halda, at orðið skal vera spot.
- Skilja øll tað?
Bæði Bergur og hinir leikararnir diskutera, hvat orð skal brúkast. Uppskot sum ljósið, spotlight og ljóskastari koma fram, men tey verða samd um, at spot virkar væl.
Tey spæla senuna ígjøgnum og Bergur syngur ein sang.
 
Rokka meir
- Eg vil at tú rokkar meir, sigur Jákup Veyhe.
- Hvørjum hava tit verið til konsert hjá, spyr hann leikararnar.
Tey nevna fleiri ymiskar tónleikarar.
- Hvat gjørdu tey á pallinum?
- Nick og Jay lótu seg úr troyggjuni, sigur ein av gentunum.
Men tað sær út sum, at tey royna at finna onkran annan máta at rokka, enn at lata seg úr.
- Eg kundi tonkt mær at givið tær ein tungan beriposa, sigur Jákup, og øll fara runt í stovuni, og royna at finna okkurt tungt.
Tey finna tveir tungar ruskposar, sum leikarin skal bera, meðan hann spælir senuna eina ferð afturat.
- Meiningin er ikki, at tú skalt halda teir uppi so leingi. Tú skalt øsast eitt sindur, sigur Jákup Veyhe.
Tey spæla senuna ígjøgnum nakrar ferðir afturat og Jákup er betri nøgdur fyri hvørja ferð.
- Eitt afturat. Tá eg segði, at tú skuldi vera illur, so meinti eg, at tú skalt brúka tað følilsi, tú hevur í kroppinum, tá tú ert illur.
 
Geva ráð
Meðan Jákup og Mikkjal standa og diskutera hvussu okkurt í senuni skal vera, sita teir ungu leikararnir og tosa saman og spyrja hini um góð ráð.
- Hvussu skal eg flenna, spyr ein av gentunum. Hini geva henni góð ráð, og fleiri vísa teirra boð uppá tað flova flennið, hon skal flenna í hesi senuni.
Tey tosa um, at tey hava 16 dagar eftir, at venja og at fáa alt at virka.
Gjøgnumgongdin av leikinum er hóskvøldið í læraraskúlahøllini, tá skulu allir leikarar fyri fyrstu ferð saman við tónleikarunum, dansarunum og rútmiska kórinum spæla allan leikin ígjøgnum.
 
 
 


Fakta um FAME
 
Søgugongdin í sangleikinum er vorðin eitt sindur føroyskað. FAME er stytt fyri Føroya Altjóða Miðnámsskúli fyri Evnarík listafólk. Tað ein listaskúli, sum er í Føroyum, við altjóða næmingum og lærarum.
Leikurin er umsettur úr leikritinum til enska leikin, sum er grundað á filmin frá 1980 og sjónvarpsrøðina frá 1982, við saman navni.
Leiklutirnir eru teir, sum eru kendir frá sjónvarpsrøðini, men tey eita onnur nøvn.
Vit fylgja átta næmingum, sum sleppa ígjøgnum upptøkuroyndina inn á skúlan. Skúlin varar í 3 ár og vit uppliva nakrar av teimum avbjóðingum, næmingarnir verða útsettir fyri.
Høvuðsavbjóðingin er, at ein næmingur vil vera kendur sjónleikari og blívur lokkað av einum fotografi at fara til New York fyri at blíva kend.
Ein annar høvuðsleikari er serstakliga góður dansari, men er illa fyri bókliga og liggur á markinum til at blíva blakaður út.
Og so eru eisini nakrar kærleikssøgur inn í millum.