Tá skipið sakk undan Herálvi

- Tað tóktist púrasta óveruligt, at Gullberg skuldi hvørva niður í dýpið, sigur 21 ára gamli, Herálvur Thomsen í Sandvík.

 

21 ára gamli sandvíkingurin, Herálvur Thomsen, er dekkari umborð á lemma-og frystitrolaranum, Sjagakletti í Hvalba. Hugurin til sjógvin hevur altíð verið stórur, og bæði pápin og abbin vóru sjómenn.

 

Pápin var í mong ár við djúpvatnstrolaranum Steintóri, og hann fór við har, longu tá Steintór kom á Hvalba sum nýbygningur tollaksmessudag í 1985. Abbi Herálv, Trúgvi Thomsen, sum doyði í 1995, var eisini við Steintóri.

 

- Eg kann næstan siga, at eg vaks upp umborð á Steintóri, og eg var við skipinum nógvar ferðir, tá eg hevði frí úr skúlanum. Áðrenn eg gjørdist liðugur sum studentur á sumri í 2013, hevði eg eisini verið umborð á øðrum ísfiskatrolarum í Hvalba.

 

Tað var tí ikki ein óroyndur unglingi, sum júst liðugur við studentarskúlan fór umborð á frystitrolaran, Gullberg, feigdartúrin á sumri í 2013. Hann fekk ein avloysarakjans við skipinum og tók av. 

 

- Vit høvdu verið úti í nakrar dagar, og henda dagin høvdu vit júst hálað. Veðrið var eink at siga til. Tað  var gott. Trolið lá á dekkinum, og væl av fiski hevði verið í. Vit vóru til arbeiðis niðri á verksmiðjuni. Menn vóru í góðum hýri, og seks tímar vóru eftir av vaktini, tá alarmurin bráddliga fór at ýla.

 

Herálvur sigur, at alt gekk so skjótt fyri seg, at hann neyvan fekk stundir til veruliga at hugsa og reagera. Eftir at maskinmeistarin hevði verið niðri í maskinrúminum og hevði staðfest, at sjógvur fossaði inn í skipið, var tað skiparin, sum kom niður á verksmiðjuna at siga frá, hvussu vorðið var.

 

- Tað kendist sjálvandi sum ein tryggleiki, tó at sjógvur nú fossaði inn í skipið, at Sjagaklettur, sum vit partrolaðu saman við, umframt at fleiri onnur skip, vóru nærindis. Her var eisini Steintór, sum pápi mín var við, Niels Pauli og eitt russiskt móðurskip.

 

Herálvur Thomsen sigur, at skipini, sum vóru um teirra leiðir, settu út sínar mobbátar og komu manningini á søkkandi skipinum til hjálpar.

 

- Tveir mans - teir elstu umborð á Gullbergi - fór fyrst av skipinum og í mobbátin, og tá teir næstu tríggir fóru, var eg millum hesar. Alt gekk fyrimyndarliga væl, og menn vóru róligir. Her var eingin panikkur.

 

Hann sigur, at eingin ynskir eitt skipsbrot, men skuldi nakað slíkt henda, var - um man so kann siga - hetta frægasta veður, tú kundi hugsað tær í slíkari støðu.

 

Tað var ein løgin sjón hjá manningini á Gullbergi, sum nú var komin umborð á Sjagaklett, at síggja, hvønn veg tað bar, og hvussu skjótt tað gekk við skipinum, sum teir júst vóru farnir av.

 

- Hetta tóktist púrasta óveruligt. Tað kundi ikki bera til, at skipið fór at søkka, og eg trúði tí ikki. Eg trúði tí heldur ikki, tá skipið lá við framendanum upp úr sjónum. Men, vit fingu annað at síggja. Skjótt hvarv skipið og sakk niður í dýpið.

 

Herálvur sigur, at hóast pápin var umborð á Steintóri og sá, hvat gekk fyri seg, ringdi hann fyrst til mammu sína, tá teir vóru komnir umborð á Sjagaklett.

 

- Eg vildi ikki, at mamma skuldi hoyra tað frá øðrum, at skipið, sum eg var við, var sokkið. Eg segði henni, at vit allir vóru bjargaðir og høvdu tað gott.

 

Tað gingu bara nakrir fáir dagar, so fór Herálvur Thomsen aftur til skips - hesaferð við systirskipinum til skipið, sum júst var sokkið undan honum og restini av manningini á Gullbergi.

 

- Eg helt, at eg kundi tað sama leypa í tað aftur, sum at krúpa í tað, so eg fór avstað aftur beinanvegin, sigur 21 ára gamli sandvíkingurin, sum Sosialurin hevur skift orð við í Samtak-blaðnum, sum liggur í Sosialinum í dag.