- Tað standa harðar tíðir fyri framman.
Tað staðfestir Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini.
Fíggjarnevndin er liðug at viðgera fíggjrlógina fyri næsta ár og fyrr í dag legði hann úrslitið fyri Løgtingið.
Fíggjarnevndin hevur broytt uppskotið hjá landsstýrinum nakað, men endaliga úrslitið er áleið tað sama.
- Úrslitið vísir, at næsta ár verður hallið á fíggjarlógini beint undir 800 milliónir. Tað eru góðar 30 milliónir meiri enn landsstýrið ætlaði. Men hinvegin vísa tær nýggjastu inntøkumetingarnar, at næsta ár verða inntøkurnar einar 30 milliónir lakari enn landsstýrið roknaði við.
Hinvegin halda útreiðslurnar so nøkunlunda, tó at stórar broytingar eru gjørdar innanfyri karmarnar.
Tað eydnaðist hvørki at fáa inntøkutrygdina og pensjónina úr fígjarlógini, sum ætlann var, men so eru aðrar sparingar gjørdar ístaðin.
- Hetta er ein neyðsemja, sum ongin er nøgdur við. Men hin møguleikin var, at vit ikki fingu semju og so fingu eina fíggjarlog, sum einans var fyribils og tað hevði verið ein vanlukka.
Men so er spurningurin hvat hendir, nú Løgtingið skal endaliga samtykkja fíggjarlógina, tí í hesum sambandi hava vit áður sæð, at tinglimir tvørtur um flokkar og tvørtur um andstøðu og samgongu, taka seg saman í evstu løtu um rossahandlar av alskyns slagi og hava ”hjálpt” hvørjum øðrum at fáa ymisk mál samtykt og tað hevur onkuntíð økt útreiðslurnar nokk so fitt.
Harðar tíðir
Men formaðurin í fíggjarnevndini staðfestir, at hesi næstu árini skulu ódnartøk takast út um tað vanliga fyri at fáa fíggjarstøðuna í rættlag.
- Eitt hall upp á fleiri hundrað milliónir kann ikki halda fram í nógv ár og tí er neyðugt at taka stór stig fyri at fáa samanhang ímillum útreiðslur og inntøkur.
Tí verður neyðugt beinanvegin at fara undir arbeiðið at gera fíggjarlógina fyri 2011.
- Í ár eru útreiðslurnar hækkaðar eini 2%, men hesi næstu árini verður neyðugt at venda skútuni av álvara.
- Summi hava kallað tað, sum er fyrifarist seinastu tíðina fyri ein politiskan ruðuleika, staðfestir hann.
Tí spyr hann seg sjálvan, hvussu útsøgnirnar verða hesi næstu árini, tá ið rættiligar sparingar skulu setast í verk.
- Búskaparráðið hevur roknað seg fram til, at klára vit at skerja almennu útreiðslurnar 2% um árið og klára vit at hækka inntøkurnar 3% um árið, kunnu vit fáa javnvág í fíggjarlógina í 2014.
Men tá skylda vit eisini fýra milliardir!
Krevur sín mann
Anfinn Kallsberg sigur, at hetta er tann nakni, politiski veruleikin og tí skulu ógvuslig stig takast hesi næstu árini fyri at fáa skútuna aftur á beint.
- Hetta er endamálið við tí politiska arbeiðnum hesi næstu árini, men tað ber í sær, at almennu útreiðslurnar skulu lækka.
- Tað fer at krevja sín mann, tí tað verður alt annað enn lætt, leggur hann afturat.
Í hesum sambandi slepst ikki uttanum at nevna, at næsta heyst skulu fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum samráðast um nýggjan sáttmála.
Men her er Anfinn Kallsberg púra greiður.
- Enda vit aftur við eini lønarhækking upp á 3% um árið, mugu vit staðfesta, at so skulu vit seta springar í verk fyri 5% og tað verður ikki lætt.
Men tað er ikki nokk, bara við sparingum, tí inntøkurnar skulu eisini hækkast.
Hóast Anfinn Kallsberg er grundleggjandi ímóti at hækka skattir og avgjøld, sigur hann, at tað kann verða neyðugt at hækka inntøkurnar tann vegin, alt eftir, hvat virksemi annars er í landinum.
Hinvegin hellir hann meiri til, at grundarlag verður skapt fyri at økja um virksemi, sum so kann føra til neyðuga inntøkuvøksturin.
- Hava vit hall í landskassanum. Í løtuni eru vit í teirri hepnu støðu, at onkur vil læna okkum pengar til at fíggja hallið, men tað kostar rentuútreiðslur og einaferð koma vit eisini í ta støðu, at vit ikki fáa meiri lán. Tí hava vit onki val enn at fáa javnvág í búskapin hesi næstu fáu árini, sigur Anfinn Kallsberg.