Tað svarta var reyður tráður?

Eitt bølamyrkt Sjónleikarahús tók ímóti áhoyrarunum, tá Eivør Pálsdóttir hevði útgávukonsert. Tað svarta var reyður tráðurin í framførðsluni hjá Eivør.

Eivør Pálsdóttir hevur í hesum døgum útgávukonsertir í Føroyum í sambandi við útgávuna av fløguni Larva. Konsertirnar í Havn vóru miku- og hóskvøldið, og í kvøld eru tað gøtufólk, ið sleppa at njóta tónleikin hjá Eivør. Leygarkvøldið er hon, saman við fleiri, í Saltsiloini á Drelnesi.

Høgni Lisberg hitaði upp við einum 4-5 løgum, áðrenn Eivør saman við kórinum Mpiri kom klappandi á pallin um 21.30 tíðina.

Konsertin var ein sokallað standikonsert, og Sjónleikarahúsið var um hálvfult av fólkið.

Kórið Mpiri, ið sang við Eivør í nøkrum løgum, vóru í svørtum klæðum og høvdu svørt, sminkað bond um eyguni, og hárið stramt uppsett í knút. Tey virkaðu sum ein kul ramma um Eivør og tónleikarirnar.

Tað svarta gekk ígjøgnum alt frá klæðum hjá Eivør, hjá tónleikarunum og so tað kompakta myrkri inni í salinum.

Eivør spældi bæði nýggj og gomul løg. Tað nýggja er meira rockkent, og dugnaligu tónleikarirnir Benjamin Petersen, Høgni Lisberg, Jens L. Thomsen og Mikael Blak komu rættuliga til sín rætt.

Eitt hæddarpunkt var tá Benjamin Petersen spældi gittar uppá sín Ipad til lagið "Monster".

Trumman hjá Eivør kom eisini fram móti endandum av konsertini og ljóðini, ið Eivør eydnast at fáa fram, kunnu ikki sigast at vera annað enn trøllbindandi.