Munurin gerst alt minni millum tey bæði fremstu og tey bæði næstfremstu. 1-1 í Runavík, har B36 vitjaði, passaði teimum báðu næstu á listanum sera væl. HB vann 3-1 á heimavølli, og EB/Streymur vann 2-0 á heimavølli. Harvið hava HB og EB/Streymur í dag tikið seg tvey stig inn á oddaliðini, so munurin nú er minkaður til seks stig. Tað eru átjan stig eftir at spæla um.
Í botninum var úrtøkan eingin hjá trimum teimum niðastu. Tað vil siga, at nú átjan stig eru eftir at spæla um, er VB/Sumba ellivu stig frá bjargingini, og AB er átta stig frá bjargingini.
KÍ lyfti sær við heimasigri á VB/Sumba fram á 5. pláss, og GÍ sigurin á Argjum bar við sær, at GÍ hevur lagt seg við síðuna av Skála, sum einki fekk við sær úr Streymnesi.
22. umfar verður ikki fyrrenn um tvær vikur.
21. umfar
KÍ-VB/Sumba 6-3 (4-2)
NSÍ-B36 1-1 (1-1)
HB-B71 3-1 (1-0)
EB/Streymur-Skála 2-0 (1-0)
AB-GÍ 1-3 (0-2)
Støðan eftir 21 umfør
B36 45 stig
NSÍ 45 stig
HB 39 stig
EB/S 39 stig
KÍ 28 stig
Skála 26 stig
GÍ 26 stig
B71 22 stig
AB 14 stig
VB/S 11 stig
22. umfar sunnudagin 16. september
HB-VB/Sumba
EB/Streymur-NSÍ
AB-KÍ
GÍ-B36
Skála-B71