Tað eru 30 ár síðani kvinnurørslan í útlondum av álvara tók dik á seg. Stríðið fyri javnrættindum byrjaði langt framman undan, men tað vóru ungu kvinnurnar tiltikna árið 1968, sum settu hol á og kravdu broytingar - her og nú. Í kjalarvørrinum á kvinnurørsluni eru nógv viðurskifti broytt. Kvinnur eru í størri mun komnar út á arbeiðsmarknaðinum, tær sita í høgum størvum, fáa sær útbúgving á jøvnum føti við menn og globalt sæð sita fleiri konufólk enn mannfólk á skúlabeinki. Hóast henda stóra framburð kunnu vit ikki siga, at javnstøða er millum kynini - í øllum førum ikki úr sjónarhorni kvinnunnar. Munur er framvegis á møguleikunum hjá kvinnum at koma sær fram í øllum løgum í samfelagnum, ikki løgfrøðiliga, tí tað tryggjar javnstøðulógin, men í veruleikanum.
Føroyar vóru tað seinasta landið í Vesturheiminum, sum fingu eina javnstøðulóg. Og tað var ikki bara sum at siga tað at fáa hana ígjøgnum í tinginum og góðtikna manna millum. Mótstøðan var øgilig, men í 1994 varð hon samtykt við teprum meirluta. Síðani hava røddir javnan verið frammi um, at vit hava ikki brúk fyri eini javnstøðulóg og víst hevur verið á, at kvinnur hava allar teir møguleikar tær vilja, bara tær gera brúk av teimum.
Og tað er kanska ein partur av sannleikanum.
- Kvinnur hava ilt við at traðka fram, søgan sigur okkum, at tær gera tað í øllum førum ikki so glaðbeintar sum menn, og tí er tað eisini upp til tær at bøta um støðuna. Ongin ger tað jú fyri okkum, sigur Inga Ellingsgaard, forkvinna í Kvinnufelaga Samskipan Føroya. Hon hevur arbeitt í postverkinum alt sítt lív, fyrst í Danmark og síðani í Føroyum sum yvirskrivstovuassistentur, har hon hevur við lønirnar hjá starvsfólkunum í postverkinum og við samskifti posti viðvíkjandi við útheimin at gera.
Menna kvinnuna
Hóast tað eru kvinnurnar í hennara ættarliði, sum birtu í kvinnurørsluna, telist Inga ikki millum tær garvaðu í rørsluni. Hon kom fyrst uppí fyri ellivu árum síðani, men hevur altíð havt áhuga fyri kvinnupolitiskum sjónarmiðum og hevur verið við til tiltøk, ið kvinnur hava skipað fyri.
- Kvinnumál vórðu nógv viðgjørd í mínum ungu árum í Keypmannahavn, men ikki fyrr enn børnini vóru frá hondini hevði eg yvirskot til at fara virkin uppí og hitta aðrar kvinnur. Kvinnurørslan í Føroyum kann ikki rættiliga samanberast við ta donsku. Í Føroyum byrjaði hon ikki sum stríð fyri javnrætti - tað var ikki fyrr enn seinni. Tær sum byrjaðu stríddust fyri øðrum viðurskiftum enn vit, ið eru virkin í dag. Endamálsorðingin er at menna kvinnuna soleiðis at hon kann taka lut á jøvnum føti í samfelagnum. Orðingin er ógvuliga breið fyri at kunna hýsa øllum, men politiskt verður tað kortini, tí ikki allir samfelagsbólkar taka undir við tí, vit stríðast fyri. Funnist verður at okkum, tá ið vit gera eitthvørt, men tað verður eisini funnist at okkum, tá ið vit einki gera, sigur Inga Ellingsgaard.
Javnstøðulógin er størsta einstaka avrikið í nýggjari tíð hjá kvinnurørsluni.
- Uttan kvinnurørsluna høvdu vit ikki fingið eina javnstøðulóg. Tað vóru kvinnur úr kvinnurørsluni, ið ikki góvust á hendur, men hildu fram hóast mótstøðu alla staðni frá. Nú er javnstøðulógin ikki á okkara hondum, tað er javnstøðunevndin, ið ansar eftir, at hon verður hildin. Men tað vísir seg alla tíðina at vera neyðugt at peika á, at javnstøðulógin er komin fyri at vera og at hon er neyðug. Í sendingini "Spyr bara" í Útvarpinum fyri nøkrum vikum síðani hoyrdu við prestin Jógvan Fríðriksson siga, at okkum nýtist ikki javnstøðulógina, tí hann helt, at vit hava javnstøðu. Tað er ikki serliga logiskt at siga tað og eg trúgvi ikki, at hann hevur hugsað seg nóg væl um. Á prædikustólinum stendur hann og boðar kirkjufólkinum, at tú mást ikki stjala, tú mást ikki dríva hor, tú mást ikki sláa í hel og so framvegis. Við øðrum orðum veit hann, at hetta má ikki gerast, men fyri alt hetta hava vit eina lóg og brýtir tú lógina verður tú revsað. Tað er ikki nóg mikið at siga, at tú mást ikki gera mun av kynunum, vit mugu hava eina lóg - akkurát sum við teimum 10 boðunum, sigur Inga Ellingsgaard.
Samfelagið ikki vinarligt
Kvinnurnar, sum eru virknar í kvinnufeløgunum í Føroyum í dag, eru ikki nógvar í tali.
- Høvdu vit verið fleiri høvdu vit verið sterkari og harvið kunna avrikað meiri. Tað er umráðandi at fáa fleiri yngri kvinnur í rørsluna, tí tað eru nógvir átrokandi spurningar ið liggja óloystir. Pedagogisk tilboð til børn upp til skúlaaldur og eldrarøkt til dømis eru stórar uppgávur at loysa. Hetta eru viðurskifti kvinnurørslan kundi arbeitt við og roynt at ávirka politikararnar.
- Samfelagið er ikki skipað eftir, at kona og maður kunnu vera úti á líka føti. Tað er ikki vinarligt mótvegis gomlum, barnafamiljum og børnum, og tey, ið eru ímillum, eru eisini onkusvegna kroyst. Okkara samfelag hugsar ikki nóg nógv um trivnaðin hjá fólki. Kvinnurørslan hevur ofta víst á slík viðurskifti og hetta kundi verið eitt vit arbeiddu við, sigur sigur Inga Ellingsgaard.
Hvørjar størstu forðingarnar eru fyri, at javnstøðu natúrliga er millum kynini kunnu vera nógvar, sigur Inga, men hugburðurin er helst størsta forðingin.
- Tá ið fólk skulu setast í størv til dømis er tað vanliga menn, ið seta størvini. Og menn síggja bara menn. Skal ein maður seta eitt fólk í starv dugir hann illa at síggja, at ein kvinna er líka so væl før fyri at røkja starvið. Hann sær bara kynið og tí letur hann seg stýra av. Hesi viðurskifti verða kanska øðrvísi, tá ið vit fáa orðað ein nýggjan almennan starvsfólkapolitikk.
Tilvitað um javnstøðu
Sjálv hevur Inga Ellingsgaard havt ein fingur við í spælinum, tá ið hennara arbeiðspláss fekk ein nýggjan starvsfólkapolitikk. Eftir hennara uppskoti fatar nýggi starvsfólkapolitikkurin eisini um javnstøðu. Í teirri stevnuni verður sagt, at postverkið í tráð við javnstøðulógina vil virka fyri, at munur ikki verður gjørdur av kvinnu og manni og at sama løn verður latin fyri sama arbeiði. Eisini vil postverkið virka fyri, at javnvág er millum talið á monnum og kvinnum í leiðslustørvum og á stovninum annars treytað av at neyðugur førleiki er til staðar. Somuleiðis - verður sagt í starvsfólkapolitikkinum - vil postverkið virka fyri, at fleiri kvinnur enn nú eru umboðaðar, tá ið nevndir, ráð og líknandi skulu setast.
- Viljin er góður, men veruleikin er, at kvinnurnar eru illa umboðaðar í nevndum, ráðum og í ovastu leiðsluni í postverkinum, sigur Inga Ellingsgaard.
- Forðingin fyri javnstøðu kann eisini liggja í tær sjálvari um tú ikki ert heilt tilvitað. Og tilvitað um javnstøðu ert tú kanska ikki um tú ert heilt ung. Skulu bæði maður og kona hava møguleika fyri at gera seg galdandi uttanhýsis er tað umráðandi at vera greið yvir, hvussu skyldurnar eru býttar innanhýsis. Eg haldi meg síggja ein mun á býtinum í dag í mun til fyrr. Menn taka meiri virknir lut í skyldunum og uppgávunum, ið eru í einum heimi og eini familju. Vil konan vera heima skal hon sjálvandi eisini hava møguleika fyri tí, men tá eigur hon at vera tilvitað um, hvat hon velur, tí tað kann verða ringt at koma út á arbeiðsmarknaðin, tá ið børnini eru vaksin og flutt heimanifrá. Kanska verður tú tá noydd til at átaka tær eitt arbeiði, tú ikki hevur so stóran áhuga fyri.
- Tað at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum er ikki bara fyri at tjena til lívsins uppihald. Okkum dámar at vera til arbeiðis og tað gevur innihald. Skulu konufólk vera við til at byggja landið upp mugu tey eisini taka lut í tí sum fer fram í samfelagnum. Tú hevur onga ávirkan um tú ikki tekur lut.
Ikki øðrvísi enn onnur
- Vit hava lyndi til at halda, at vit hava ikki brúk fyri hesum og hasum. Á sinni var tað eisini sagt, at vit høvdu ikki brúk fyri kreppumiðstøðini, einki arbeiðsloyvi var, tað var einki sum æt incest í Føroyum, fá mannfólk eru dømd fyri neyðtøku hóast vit vita, at slík brotsgerð hevur verið framd í øldir. Í Føroyum er tað galdandi, at tosar tú ikki um tað, so er tað ikki til. So skjótt tað verður tikið upp er tað til. Vit eru einki petti øðrvísi enn onnur fólk.
- Hví fólk framvegis tvíhalda um, at vit ikki hava brúk fyri eini javnstøðulóg veit eg ikki. Eg havi ringt við at skilja tað, tá ið vit samstundis síggja ójavnan sum er. Tað hevur kanska nakað at gera við úr hvørjum umhvørvi ein kemur úr, har tað ikki er loyvt at hava slíka hugsan. Konufólk eru á ein ella annan hátt dømdar syndugar um tær tosa um slíkt. Og vit kenna jú fesk dømi um menn, sum standa og banka konufólk á høvdið við Bíbliuni í hondini. Uppgávan hjá kirkjuni og trúarfelagsskapunum kann ikki vera at grundgeva við skriftstøðum og sláa helvtina av fólkinum í høvdið við Halgubók. Tað styggir kvinnurnar burtur.
- Tað verður ikki lagdur líka stórur dentur á tað konufólk siga sum tað mannfólk siga. Teir hava lyndi til at gera kvinnur ósjónligar og geva teimum skyldina fyri líkt og ólíkt, sigur Inga Ellingsgaard.
Niðrandi hugburður
- Tað eru ung konufólk í dag sum halda alt standa væl til og sum ikki eru tilvitaðar um, at trivnaðurin í heiminum hevði verið betri um uppgávurnar vóru javnari býttar. Kanska er neyðugt at hava nakrar lívsroyndir áðrenn tú verður greið yvir hesi viðurskifti. Fyrimyndin hevur nógv at siga og tað er klárt, at eldri ættarlið góvu gentuni og dreinginum ymiska uppaling. Drongurin slapp at hóvreiggja sær sum hann vildi, meðan gentan skuldi vera fitt og friðalig. Uppalingin sum ein sjálvur hevur fingið gevur ein víðari ótilvitað til síni egnu børn, men eg vóni, at tey flestu vita betri.
- Mítt ættarlið heldur, at ungu kvinnurnar í dag skulu hava somu royndirnar sum vit hava gjørt okkum. Men royndir ger ein sær sjálvur gjøgnum lívið. Tað tú kanst gera er at leggja tínar royndir niður í tíni børn og tað trúgvi eg nógvar kvinnur gera tilvitað. Eg havi altíð sagt við mínar døtur, at tær skulu hava eina útbúgving, ikki hvørja tær skulu velja, men at tær sleppa ikki undan at læra.
- Onkusvegna verður gjøldur gjørdur burtur úr javnstøðu. Tað er ein máti at steðga hesum, traðka tað niður og flenna býtt at tí. Javnstøðulógin gevur jú manninum kapping og eingin gevur sjálvboðin vald frá sær.
- Í mínari verð er reyðsokkur ella reyðhosa ikki eitt ljótt orð. Fólk vita ikki, hvat tað í grundini merkir. Tað vóru nakrar kvinnur sum kallaðu seg reyðsokkar. Tær provokeraðu rættiliga nógv og tað var neyðugt fyri at fáa sjónarmiðini ígjøgnum. Eg haldi tær vóru øgiliga raskar. Tí eiga vit at takka teimum ístaðin fyri at gera gjøldur burtur úr og yppa øksl at teimum. Tær vóru undangongukvinnur. Slóðbrótandi konufólk ella konufólk, ið ganga inn fyri sjónarmiðunum hjá kvinnurørsluni verða altíð kallaðar og eyðnevndar ymiskt. Hjá nógvum er reyðsokkur eitt ókvæmisorð fyri alt tað sum er kvinnuuppbyggjandi. Kanska botnar tað í einum ótta fyri kapping og konservatismu, sigur Inga Ellingsgaard.
Tann kvinnuligi vegurin
Hví konufólk meta tað vera so út av lagi at stríðast fyri egnum rættindum, tá ið kvinnur í søguni altíð hava stríðst og barst fyri bólkum í samfelagnum, ið eru við sviðusoð, er undrunarvert.
- Samfelagið verður betri av, at bæði kynini mynda tað. Tá ið kvinnur gerast leiðarar, stjórar og politikarar fara tær í størvini eftir fortreytum, sum menn hava gjørt, tað vil siga, at skipanin er lagað til menn, sum víga alt sítt lív til teirra yrki. Skulu kvinnurnar kunna taka lut mugu tær gera tað øðrvísi og tað kann vera trupult. Fundir eiga at verða lagdir um dagin og ikki um kvøldið, tí tá kann tað vera ringt sameina arbeiðið við familjulívið.
- Um kvinnurnar sum koma í leiðandi størv og sum gerast politikarar skulu gera akkurát sum menninir og ikki eru tilvitaðar kvinnur og royna at broyta støðuna, kann tað gera tað sama, hvat kynið er. Kvinnur eiga at stríðast fyri at broyta støðuna til eitt samfelag fyri øll. Arbeiðsmarknaðurin eigur ikki at seta so hørð krøv til fólk, at hann skal eiga tey við húð og hár. Skulu arbeiðsfólkini arbeiða alt døgnið er eitthvørt galið við leiðaranum, tí tá er arbeiðið ikki nóg væl lagt til rættis.
- Og vit hava eisini sæð, at kvinnur sum koma í leiðandi størv alment siga, at tær eru ikki reyðsokkar. Sum um tær eru bangnar fyri fordómum ímóti sær. Og fordómar eru ímóti konufólki sum eru virknar í kvinnurørsluni. Eisini ung konufólk hava fordómar. Herfyri gjørdi ein ung kvinna undir útbúgving samrøðu við meg og síðsta viðmerkingin hjá henni var: "Tú forrestin, tit hata menn!" Tað er ein undarligur fordómur, tí sjálvandi hata vit ikki menn.
Kvinnurørslan verður ofta gjørd til ein kampur ímóti monnum?
- Jú, men í byrjanini var tað neyðugt fyri at sláa ígjøgnum. Í dag taka nógvir menn undir við kvinnurørsluni og teimum sjónarmiðum vit arbeiða fyri. Teir flenna at eldri monnum, sum koma við negativum viðmerkingum. Í teirra verð hoyrir tað ongastaðni heima.
Er leiðarin góður, hevur tað so ikki minni týdning hvat kynið er?
- Jú, avgjørt, men veruleikin er, at kvinnur verða ikki nóg væl umboðaðar á arbeiðsmarknaðinum. Eingin skal billa mær inn, at vit ikki eiga fleiri kvinnur, sum eru egnaðar sum leiðarar. Konufólk hava lyndi til at halda seg aftur, men vit hava eisini sæð, at kvinnur hava ikki fingið leiðandi størv hóast tær eru betri skikkaðar enn menninir. Fleiri slík dømi vóru áðrenn vit fingu javnstøðulógina. Vit hava kanska eitt sindur ringt við at taka av avbjóðingunum sum eru. Tað krevur, at tú hevur húskið við tær. Eg trúgvi ikki at menn spyrja seg til ráðs heima, áðrenn teir taka av eini avbjóðing. Tað eru eisini dømi um, sigur Inga Ellingsgaard.
Nógvir óloystir spurningar
Draga vit eina linju frá 1968 fram til dagin í dag og inn í næstu øld, hvør er so týdningarmesti leikluturin hjá kvinnurørsluni?
- Kvinnurørslan fer altíð at vera neyðug. Hon er eitt slag av vakthundi. Hugsa vit okkum til, at hon doyr út, rokni eg við, at tey virði kvinnurnar hava barst fyri fella burtur og vit skulu byrja av nýggjum við ongum royndum. Tað hevði verið øgiliga harmiligt. Mítt ættarlið hevur onkusvegna lurtað eftir kvinnunum sum vóru framman undan og havt áhuga fyri tí, sum tær hava sagt frá. Ungu kvinnurnar í dag hava ikki hesa somu trúnna. Kanska tí tað er ein størri dyrkan av ungdóminum í dag enn tá ið eg var ung. Men tað kemur teimum aftur um brekku. Tær taka avrikini hjá kvinnurørsluni fyri givið og meta tey ikki serliga høgt.
- Størsta uppgávan hjá kvinnurørsluni um allan heim í øldini sum kemur verður at basa fátækradømi millum kvinnur. Vit síggja at konufólk um allan heim bara gerast fátækari. Og hetta verður eisini ein trupulleiki vit fara at kenna til í Føroyum. Kvinnur, sum velja at ganga heima, eru fyri vanbýti, tá ið tað ræður um pensjón og verða tí nógv verri fyri í mun til kvinnur á arbeiðsmarknaðinum, sigur Inga Ellingsgaard at enda í viðtali.