Semja er í nú undirskrivað ímillum Fíggjarmálaráðið og Føroya skipara og navigatørfelag um navigatørar við Strandfaraskipum Landsins fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019.
Partarnir hava samráðst, men góvu skarvin yvir og tískil varð semingsmaðurin boðsendur. Hann legði eitt uppskot fyri partarnar, sum teir so gótóku í kvøld.
Eftirlønin hækkar frá 11 prosentum, upp í 13 posent og lønin hækkar 0,5 prosent tann 1. oktober 2017. Frá 1. oktober 2018 verða broytingar gjørdar í lønartalvuna.
Umframt lønarhækkingar og broytingar av lønartalvum, eru ymiskar broytingar gjørdar í sáttmálunum, m.a. nýggjar ásetingar um barsil, viðvíkjandi dokking uttanlanda og skipan fyri navigatørar uttan gildugt vinnubræv, sigur Jan Mortensen, lønarstjóri í Fíggjarmálaráðnum.