Tað var lættari at vera í Føroyum enn í Danmark

Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, er framvegis ósamdur við starvsfelagar sínar í Danmark. Hann sigur, at tað hevur stóran týdning at hava eina føroyska veðurtænastu.

?Eg haldi, at tað var lættari at vera í Føroyum enn í Danmark.

Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, er ikki samdur við starvsfelagar sínar á Danmarks Meteorologiske institutt, DMI.

Hesa seinasu vikuna hevur tað verið eitt ávíst orðaskifti í Føroyum um veðurtænastuna hjá føroyingum.

Føroyingar fáa sína veðurtænastu frá DMI, men bæði fiskimenn og útróðrarmenn fýlast á, at veðurtíðindini eru alt ov óálítandi.

Teir halda, at fyri at fáa meiri álítandi veðurtíðindi, mugu vit hava okkara egnu veðurtænastu.

Men tað halda veðurfrøðingarnir á DMI ikki.

Teir siga, at tað ger akkurát tað sama, hvar í verðini ein veðurfrøðingur er staddur.

Tað einasta, sum umræður er, hvørjar upplýsingar hann hevur at gera veðurforsagnir útfrá. Og á DMI hava tey bestu amboð, sum yvirhøvur eru til á hesum øki.

Tað, sum ger veðurtíðindini í Føroyum so svikalig, er, at oyggjarnar liggja beint á leiðini, har látrýstini vanliga ferðast úr Ný Fundlandi upp framvið norsku strondini.

Og so eru Føroyar so smáar

Av tí sama er tað ómetaliga ringt at rokna út, akkurát hvørju megin Føroyar lágtrýstini fara. Og tískil er tað eisini trupult at meta um veðrið, siga veðurfrøðingarnir á DMI.


Mistaka seg ov ofta

Hesum er Petur Skeel Jacobsen, samdur í.

Men bara partvís.

Føroyski veðurmaðurin in, við 34 ára royndum á baki, sigur, at tað er rætt at tað er trupult at gera veðurforsagnir fyri Føroyar.

Men kortini heldur hann, at DMI mistekur seg ov ofta.

Hann sigur, at DMI hevur tey mest framkomu amboðini, sum til eru til at rokna veðrið út við.

? Men harafturat hava veðurfrøðingar nú á døgum eitt nógv betri amboð til taks, enn vit høvdu, tá ið eg var veðurfrøðingur.

Her hugsar hann um alnetið.

? Við alnetinum ber til hjá veðurfrøðingum at fáa upplýsingar og veðurkort alla møguliga staðni frá.

Petur Skeel Jacobsen sigur, at á DMI hava tey so góð amboð, at tey áttu at kunna gjørt forsagnirnar neyvari.

? Eg haldi, at tað kemur ov ofta fyri, at forsagnirnar eru skeivar.


Eru ov sein á veg

Men føroyski veðurmaðurin heldur eisini, at danska veðurtænastan í Føroyum hevur eitt lýti afturat:

Og tað er at veðurtíðindini koma ov seint.

Hann sigur, at tað kemur ofta fyri at útvarpið á miðdegi lesur, veðurtíðindini fyri sama morgun.

? Tað er endamálsleyst, tí tá er ov seint at koma við veðurtíðindunum.

Hann sigur, at tað kemur oftani fyri, at tað eru gomul veðurtíðindi, sum verða lisin upp.

Petur Skeel Jacobsen sigur, at DMI fær eitt heilt veðurkort sætta hvønn tíma. ? Men haraftur tey eitt lítið veðurkort inn ímillum.

? So tilsamans hava teir eitt veðurkort triðja hvønn tíma.

? Og tá ið veðurfrøðingar sita við einum upp til seks tíma gomlum veðurkortið og roknað forsagnir út, er tað, er skjótt at teir koma afturút.

Hann sigur, at tá ið hann roknaði forsagnirnar út, skrivaði hann veðurtíðindi ímillum klokkan 16 og 17.

Men hann skrivaði bara upp, hvussu veðrið fór at verða frá klokkan 18 og framyvir.


Lættari at vera her

Er Petur Skeel Jacobsen samdur við sínar donsku starvsfelagar um, at tað er trupult at rokna veðrið út, er hann í hvussu so er púra ósamdur við teir, tá ið teir siga, at tað kann vera tað sama, hvar veðurfrøðingurin er staddur.

? Tað er nógv lættari hjá einum veðurfrøðingi, sum er staddur í Føroyum at meta um veðrið her, enn tað er hjá einum, sum er staddur í Keypmannahavn.

Og hann skuldi vita, hvat hann tosar um, tí hann hevur nakað at samanbera við

Hann arbeiddi nevniliga á DMI í 29 ár, áðrenn hann flutti heim til Føroyar, her hann arbeiddi í fimm ár.

? Og eg eri í hvussu so er sannførdur um, at tað var lættari at sita í Føroyum, tí tá ið man er á staðnum, hevur man betri føling við gongdini.

Men hann heldur eisini, at ein stórur fyrmunur við eini føroyskari veðurtænastu er, at so kunnu fólk altíð ringja at fáa tær allarfeskastu forsagnirnar.

Og tað er lættari at ringja til eina føroyska veðurtænastu, enn tað er at ringja til eina útlendska.

Tí heldur Petur Skeel Jacobsen framvegis, at samanumtikið hevði tað havt stóran týdning at vit fingu okkara egnu veðurtænastu.

Og tað skuldi verið ein veðurtænasta, sum í minsta lagið var opin allan dagin og langt út á kvøldið, tí kanska er tað ikki so alneyðugt, at hon er opin um náttina við heldur Petur Skeel Jacobsen.

Hann sigur, at serliga hesa árstíðina hendir tað seg, at veðrið skiftur skjótt. ? Eitt er, at lágtrýstini eru tøtt. Men tað hendir eisini, at tað taka smá lágtrýst, seg upp, sum ikki síggjast á veðurkortum.

? Talan er at kalla um vind sum kemur norðaneftir úr kuldaluftini.

? Tá ið eg var veðurfrøðingur í Føroyum, hendi tað seg onkuntíð, at skip ringdu til mín og boðaðu frá nógvum vindi vestanfyri.

? Tá ið eg so granskaði fylgissveinamyndir gjølligari, kundi ein lítil hvirlur hómast vestanfyri. Men tað sást ikki á veðurkortinum.

Hann sigur, at slíkt kann altíð henda. Men sum heild skuldi tað verið verri at roknað veðrið út á landi í Føroyum, tí á landið er heilt stórur munur á veðrinum í teimum ymsu pørtunum í landinum.

Hann sigur eisini, at tað er eitt stórt afturstig, at tey allarflestu veðurskipini, sum vóru fyrr, nú eru løgd.

? Hóast tann nýmótans tøknin er góð, hevur hon ikki kunna vigað upp ímóti tí fyrimuninum tað var at fáa regluliga veðurmátingar frá øllum hesum nógvu veðurskipunum, at brúka, tá ið veðrið skuldi roknast út, sigur Petur Skeel Jacobsen.