Tað var ongin glotti at hóma

Býráðið taka støðu til framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla

Jógvan Arge hevur kravt, at býráðið sleppur at taka eina endaliga avgerð um at skipa framhaldsdeild í Sankta Frans Skíula

 

- Málið um framhaldsdeild í Sankta Frans skúla er ikki liðugt viðgjørt í Tórshavnar býráð.

Tað staðfestir Jógvan Arge, býráðslimur í Havn fyri Tjóðveldi, og varaborgarstjóri í Havn.

 

Hann vísir á ynski frá foreldrum, lærarum og skúlabørnum um at skipa eina framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla.

 

Annars hevur býráðið einmælt samtykt at ongin framhaldsdeild skal vera har. Tvørturímóti hevur eitt samt býráð fleiri ferðir samtykt at byggja ein nýggjan skúla á Fløtum, sum skuldi hýsa framhaldsdeildini.

 

Men herfyri varð kallað til almennan fund um framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla og tá lovaði borgarstjórin at taka málið uppaftur.

 

- Síðani hevur ein viðgerð verið yvir háls og herðar í umsitingini og í mentamálanevndini og her málaði umsitingin tankarnar, og ætlanirnar um framhaldsdeild í Sankta Frans, eins svartar og burturvið sum forkvinnan í mentamálanevndini, Helena Dam á Neystabø ger á in.fo í dag, sigur Jógvan Arge.

 

- Her var ongin glotti at hóma í nøkrum setningi, leggur hann afturat.

 

 

Les eisini: Ikki grundarlag fyri at ganga ynskinum á møti

 



Men hann staðfestur, at málið er kortini ikki avgreitt av býráðnum fyri tað, um ein tepur meiriluti í mentamálanevndini tók avgerð um ikki at gera eftir ynskinum hjá foreldrum at børnum í Sankta Frans.

Sjálvur hevur hann kravt málið til viðgerðar í býráðnum, so skjótt, sum til ber.

 

- Har kann málið so standa sína avgerandi roynd. Ymsar meiningar eru millum býráðslimir um spurningin at hava eitt sindur av framhaldsdeild í miðbýnum.


- Tí ber ikki til at siga í dag, at málið er avgreitt. Tann avgerandi støðutakanin er tann, sum Tórshavnar býráð tekur á komandi býráðsfundi.

- Og um málið fellir ella verður samtykt í býráðnum ber heldur ikki til at siga, fyrrenn býráðsfundurin hevur verið, sigur Jógvan Arge.