Tað var sum á ólavsøku

Hóast teir í B36 iðraðu seg, tá dómarin gjørdi av, at tað skuldi ikki spælast meiri á Svangaskarði, so heldur B36 liðformaðurin, at tað ikki vóru líkindi at spæla

ILLVEÐURSDYSTUR

Tá Jens Peter Brattalíð tók bóltin undir armin og við bríksli og ørmunum gav til kennar, at fótbóltsdysturin á Svangaskarði var liðugur, høvdu fleiri av B36 spælarunum hug at skúma eitt sindur, og tað var kanska ikki so ilt at fylgja teimum. B36 var á odda 3?1, og hóast Øssur Hansen við brotssparki hevði havt møguleika at minka um munin, so vóru tað teir í B36, sum vóru nærri sigrinum, tá tað restaði ein stórur hálvur tími.
? Har var einki at gera. Veðrið var vorðið so mikið vánaligt, at tað bar ikki til at spæla fótbólt, heldur liðformaðurin hjá B36, John Petersen. Hann var við í øllum B36 málunum. Í tí fyrsta førinum longdi hann eina framlegging við høvdinum. Bólturin fór til Jákup á Borg, sum spældi til málskjúttan, Magna á Lakjuni. Í tí næsta førinum legði hann innfyri til Bárð Mortansson, eftir at B68 verjan hevði kiksað í vinstra borði, og í tí triðja førinum rann liðformaðurin sjálvur frá verjuni og skoraði.
? Hóast umstøðurnar vóru vánaligar, so var tað hugaligt, at vit í mótvindinum megnaðu at spæla okkum til trý mál, heldur John Petersen.
Hevur tú nakrantíð áður spælt fótbólt í so vánaligum líkindum?
? Tað er ikki so langt síðani, at vit gjørdu tað. Líkindiniu á ólavsøku í fjør, tá vit spælldu steypafinalu ímóti KÍ, mintu heilt nógv um tey sunnudagin.
Men tá spældu tit allar 90 minuttirnar?
? Ja. Vit vunnu dystin 1?0, men tá vóru líkindini so mikið vánalig, at finalan átti at havt verið útsett. Tá bar ikki til at spæla, og tað gjørdi tað heldur ikki sunnudagin. Tá dysturin byrjaði, var tað ikki so heilt galið, men vindurin vaks skjótt.
Og so greiðir John Petersen okkum frá, at bussferðin inn á Skálafjørðin ikki var so spennandi:
? Tá vit fóru um brúnna um Streymin, og vindurin lá inn á síðuna á bussinum var trýstið so stórt, at tað var neyðugt at minka ferðina heilt niður. Men tá vit komu á Skálafjørðin vóru líkindini nógv betur.
Tað mundi koma væl við hjá B68, at dómarin gjørdi av at gevast?
? Soleiðis tóktist tað ikki at vera. Eg haldi, at teir vóru sera harmir um, at Øssur Hansen ikki fekk møguleikan at skjóta brotssparkið. Um hann hevði havt fingið mál, so hevði dysturin verið púra opin aftur. Men nú byrja vit frá sløttum borði, og so mugu vit eina ferð afturat gera okkara ítarsta fyri at halda tørn við oddaliðini, sigur John Petersen.