Tað plagdi ofta at vera soleiðis, at allir dystirnir í bestu deildini vóru somu tíð seinnapartin sunnudag.
Nú kemur tað næstan ikki fyri, at bólturin rullar í øllum fimm støðunum í senn. Síðstu tíðina hava tað verið dystir fleiri yrkakvøld, tí dystir eru fluttir orsaka av kappingini um løgmanssteypið.
Soleiðis verður tað eisini næstu vikurnar, tá ið hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið tørna fyri. Um eina viku vera tríggir dystir sunnudag og tveir mánadag – Víkingur – EB/Streymur og Skála – KÍ, og í tíggjunda umfari vera fýra dystir sunnudagin 19. mai, meðan ein verður fríggjakvøldið 17. mai – ÍF – Víkingur.
Men í dag vera allir fimm dystirnir klokkan 15.00.
Hitin verður millum tvey og fýra stig. Tað verður eitt frískt høgættarlot, og tað verður turt – og eisini kalt.
EB/Streymur – HB: Rúni Gaardbo kl. 15.00
Skála – Víkingur: Lars Müller kl. 15.00
B36 – ÍF: Dagfinn Forná kl. 15.00
AB – KÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
TB – NSÍ: Alex Troleis kl. 15.00
KÍ | 7 | 5 | 2 | 0 | 19 | 5 | 17 |
Skála | 7 | 5 | 0 | 2 | 11 | 3 | 15 |
Víkingur | 7 | 4 | 1 | 2 | 14 | 11 | 13 |
NSÍ | 7 | 4 | 1 | 2 | 11 | 9 | 13 |
B36 | 7 | 4 | 0 | 3 | 8 | 9 | 12 |
HB | 7 | 2 | 3 | 2 | 10 | 10 | 9 |
TB | 7 | 2 | 2 | 3 | 7 | 15 | 8 |
EB/S | 7 | 2 | 0 | 5 | 9 | 10 | 6 |
ÍF | 7 | 1 | 1 | 5 | 8 | 16 | 4 |
AB | 7 | 1 | 0 | 6 | 9 | 18 | 3 |