Tórshavnar býráð fer á fundi í kvøld at viðgera frágreiðingina og tilmælið, sum nevndin fyri grunnin, ið hesar síðstu mánaðirnar hevur arbeitt við spurninginum um grasvøll í Gundadali kom við í síðstu viku.
Tað sigur Leivur Hansen, býráðsformaður, og hann er ikki í iva um, hvat hann fer at mæla til:
? Eg rokni við, at vit fara at hava málið fyri á bæði afturlatnum og almennum fundi. Grundarlagið fyri viðgerðini verður tilmælið, sum vit nú hava fingið. Eg ætli mær at tala fyri, at býráðið skal taka undir við ætlanini, og tað fari eg sjálvsagt at mæla býráðnum sum heild at gera.
Men Heðin Mortensen sigur, at nevndin er farin út um tær heimildir, sum tit góvu nevndini?
? Tað havi eg sæð, men eg eri ikki samdur við honum. Orsøkin til, at nevndin varð sett at arbeiða, var ein áheitan frá áhugabólkinum aftanfyri Tórsvallarætlanina, har Heðin Mortensen hevur verið tað, teir kalla stigtakari. Trupulleikin hjá áhugabólkinum var, at talan var ikki um nakað felag ella nakran stovn, sum kundi samskifta við myndugleikarnar. Tí varð heitt á býráðið um at taka stig til, at kanningar vórðu settar í verk fyri at fáa hetta upp á pláss. Nevndin skuldi eisini fáa tingini at hanga saman fíggjarliga, og tað hevur sjálvsagt veldugan týdning. Ætlanin, sum nú er løgd á borðið, hongur saman bæði tekniskt og fíggjarliga, og eg síggi hetta sum einasta møguleikan at fáa ein grasvøll í Gundadali nú beinanvegin. Tað haldi eg vera tað mest týdningarmikla, og tí eri eg positivur fyri ætlanini.
Men upprunaligi áhugabólkurin hevur í skrivi heitt á tykkum um at fáa neyðugu loyvini at fara undir sína ætlan. Virðir tú ikki ta áheitanina?
? Eg skilji ikki áheitanina, m.a. út frá tí, sum eg longu havi sagt, tí í mínari verð niðurlegði áhugabólkurin sítt arbeiði, tá teir heittu á okkum um at syrgja fyri, at juridisku viðurskiftini komu í rættlag. Tað sigur seg sjálvt, at stuðul og loyvi kunnu ikki gevast til ein áhugabólk. Eg haldi eisini, at tað er staðfest, at áhugabólkurin hevur víst, at tað ikki bar til hjá honum at fáa fíggjarligt grundarlag. Tær hundrað túsund krónurnar, sum vórðu játtaðar, komu frá einum felag, áðrenn landið og kommunan góvu sína játtan. Tað varð sagt, at tá land og kommuna høvdu játtað, fór tað ikki at standa á at fáa privatar at taka undir og lata pengar til projektið, men vit mugu bara staðfesta, at 1. august í ár, tá vit lótu fyrireikingarnevndini til grunnin ábyrgdina, vóru eingir pengar komnir. Tí er tað í míni verð heilt einfalt: Vit skulu velja ímillum at fylgja tilmælinum ella fáa vit einki enn á sinni. Eg síggi ikki tilmælið sum ein forðing fyri, at Tórsvallarætlanin á framtíðini verður sett í verk. Tvørturímóti síggi eg hetta sum eina undanroynd til størru ætlanina, sum væl kann setast í verk, tá tað verður fíggjarligt grundarlag fyri henni, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn. Hann leggur afturat, at ætlanin er at kalla inn til tíðindafund í morgin klokkan 10. Tá verður greitt frá, hvat ætlanin er at gera, og hvussu tað fer at verða gjørt.