Tað verður ógvuliga áhugavert í Klaksvík, har HB sunnudagin verður fyrsta felagið, ið fer at ferðast undir Leirvíksfjørð við tí fyri eyga at takast um stigini. KÍ er framvegis ósigrað, og fyri HB hevur tað stóran týdning, at teir ikki tapa og harvið smokkað sjey stig afturum klaksvíkingar.
- Vit fara norður fyri at fáa øll stigini. Sigurin á B36 næstsíðsta mikukvøld var sera týdningarmikil. Vit hava kós rætta vegin, og sjálvsálitið økist støðugt hjá ungu og evnaríku spælarunum. Hóast flestu teirra hava verið partar av besta liðnum í 2-3 ár, so hava teir ikki spælt serliga nógv. Nú hava teir fingið høvi at vísa, hvør dugur er í teimum, og teir hava tikið av.
Hetta sigur HB venjarin, Krzystof Popczynski, sum roknar við, at nógv HB viðhaldsfólk fara at fylgja sínum liði norður til Klaksvíkar. Stuðulsfelagið skipar fyri túri norður, og teir hava leigað seg inn í Atlantis undan dystarbyrjan og í hálvleikinum.
Allir HB spælararnir eru tøkir. Nýggjur er Jovan Radinovic-Panic, serbiski framrættaði miðvallarin, sum hevur vant í HB nakrar vikur, og sum HB heimasíðani veit at siga, at pappírini nú eru í lagi hjá:
- Hann verður við í Klaksvík. Um hann verður millum teir fyrstu ellivu, havi eg ikki tikið støðu til enn. Tað er góð kapping um plássini, sigur HB venjarin.
Sunnudagin vóru ábyrgdarmenninir fyri HB á Toftum, har teir vóru eygnavitni til sannførandi KÍ sigur.
Eftir fleiri trilvandi ár roynir HB aftur at finna gamla lagið við nógvum fólki kring bóltin, stuttum sendingum støðugum flytingum og skifti millum spæliøkir.
Í Klaksvík hevur annað konsept roynst væl higartil í ár. Íblásturin er stórur, nú teir við stórum fysiskum yvirskoti og longum og ofta høgum sendingum royna at toga spælið heilt út í borðini. Harvið er eisini longri millum teir innaru á vøllinum, enn tað er millum HB spælararnar. Mest sannførandi leikliga avrikið hjá KÍ higartil í ár var tað á Toftum síðsta sunnudag.
Sera áhugaverdi spurningurin undan sunnudegnum er tí, um tað verður KÍ, ella um tað verður HB, sum fer at seta leikligu dagsskránna hesa ferð og harvið, hvør tað verður, sum fer at renna aftaná hvørjum.
Metið hótt
Í Klaksvík siga teir seg rokna við, at áskoðarametið stendur fyri falli. Tá ið KÍ í 1999 kappaðist við B36 um FM heitið, vóru 2130 gjaldandi eygnavitni til lyklauppgerðina í Klaksvík, tá ið B36 vitjaði.
- Eg havi roknað við tvey túsund áskoðarum, men nú eri eg farin at boygna. Eg rokni nú meiri við trý túsund áskoðarum. Havnarfólk skulu vera hjartaliga vælkomin. Vit fyrireika okkum at taka ímóti teimum. Okkara boð til teirra eru, at tey skulu hava gott fótbóltslag við norður, og at tey mugu fara frá húsum í góðari tíð. Tað vil siga tveir tímar undan dystarbyrjan.
Hetta sigur Palli Ziskason, stjóri fyri KÍ fótbóltinum. Í Klaksvík leggja teir plattar kring vøllin, so tað verður betri hjá teimum, sum tað ikki verður pláss fyri í skýlinum, at fylgja við. Løgreglan fer at hjálpa til at stýra ferðsluni. Sagt verður frá góðum veðri, so tað verður lag á manni hjá klaksvíkingum at lata bilarnar vera eftir við hús.
Bussar úr Havnini fáa parkeringspláss á stadionøkinum. Pláss er fyri bilum við eitt nú tekniska skúla, við fólkaskúlarnar og á útfyllingini á Vánni.
Í dag skuldi verjukendur spælari úr Serbia koma til Klaksvíkar. Talan er um 34 ára gamla Sinisa Jovanovic, sum royndarvandi har norðuri í fjúrtan dagar inntil fyri mánað síðani. Øll loyvi hjá honum eru komin í rættlag.
Ovi Nysted verður ikki við hesa ferð. Allir hinir KÍ spælararnir eru tøkir. Eisini Jan Andreasen og Steffan Kalsø, sum ikki vóru tøkir á Toftum.