Tablettir tóku lívið av Heath Ledger

Tað var ein lagnutung blanding av tablettum, ið tók lívið av Heath Ledger fyri tveimum vikum síðani. Læknarnar halda, at talan er um eina ólukku. Rættarlæknafrøðingarnar, ið hava kannað Heath Ledger, hava funnið útav, at ungi, dugnaligi sjónleikarin bæði hevði sovimedisin, óttastillandi evnir og pínustillandi tablettir í kroppinum. Teir halda tískil, at deyðin hjá Heath Ledger var ein ólukka og ikki ein roynd at taka lívið av sær. Heath Ledger doyði av bráðari eitran eftir at hava tikið ov nógvan heilivág.