Í Føroyum er tabu at seta spurnartekin við tann (fjalda, men týðandi) leiklut, kristindómurin hevur - og hevur havt í øldir.
Reglurnar, sum kristindómurin hevur smíðað um, hvat vit mugu hugsa og gera – og ikki gera, hvønn leiklut hvør av okkum skal hava, eru óteljandi og skerja persónliga frælsi – og seta rammur og mark fyri, hvat má sigast hart.
Dugi illa at skilja, at hesar reglur hava nakað við persónliga gudstrúgv at gera. Hesar reglur eru fremst av øllum eitt stýringsamboð hjá teimum ráðandi - fyri at fáa okkum at ganga í takt.
Hvør er hóttanin móti stabilitetinum?
Girndin í okkum menniskjum má temjast, sum prestur málbar seg. Ræðslan fyri tí villa og óstýriliga, sum býr í okkum, ger at, at seksualiteturin má temjast, setast í system, haldast innan fastar rammur. Familjan er kjarnin, hornasteinurin, sum alt samfelagið byggir á. Tað er herrópið – men í tí dulda buldrar seksualitetur víðari sínar egnu óstýriligu leiðir.
Hygg út í heim. Maktfulla pávaveldið, sum hevur prædikað um eitt lív uttan sex, forboð móti p-pillarum, tí sex bert má vera millum mann og kvinnu, og bert í hjúnalagi. Somu prestar og kappellanar o.a. í túsundatali avdúkaðir sum barnasexmisbrúkarar.
Hygg longur út í heim: Kvinnur eru til fyri menninar og eru sum seksuellar verur vandamiklar og undirlagdar eina røð av avmarkingum.
Og vit síggja sjónvarpssendingar, sum avdúka fjaldar religiøsar sektir. Við religión verða fólk heilavaskað, og so er endin altíð avdúking av seksuellari misnýtslu og kúgan av kvinnum. So ja seksualiteturin er óstýriligur. Og forboð rigga bert lutvíst.
Føroyar
Er orsøk at halda, at her er heilt øðrvísi – einki seksualforskrekkilsi? Nei - hetta kemur eisini til sjóndar her, tá vit nærkast evninum, t. d. um seksualundirvísing í skúla, og tá tosið snýr seg um seksuellar samveruformar. So hoyrast skjótt røddir um, at foreldrini eiga børnini og skulu sjálvi avgera, hvat børnini skulu hoyra og gera – fyri at verja børnini! Ongin skal blanda seg.
Og eins og aðrastaðni so finst eisini her seksuell misnýtsla innan kristiligar felagsskapir og í privatum kristnum regi.
Hvør hevur gjørt hesar reglur, sum einamest eru ætlaðar kvinnum at fylgja og bera á sínum herðum??
Tosið í Føroyum er niðurbundið og ikki frælst. Nógv tora ikki at siga sína inniligu hugsan um abort t. d. og etisk og persónlig viðurskifti sum raka ”familjuna”. Tað er ikki bara tað lítla samfelagið og óttin fyri grannum, sum sløkkir tosið.
Religiónin, eisini kristindómurin, hevur eina stóra skyld í, at persónliga frælsi verður skert - og serliga frælsi hjá kvinnum at vera til og seg sjálvar - uttan peikifingrar.
Góðan Kvinnudag!










