Tá ið tað var frammi um at byggja Tórshavnar Havn út, lá tað eisini í kortinum, at tað skuldi eisini byggjast út norðureftir, fram við Skansanum. Ætlanin var, var gera eitt stórt havnarlag til bingjur, pakkhús, og annað, og inn ímóti Skansanum var ætlanin so at gera eina havn til smábátar. Men tað elvdi til mikið rok, tí nógv hildu, at tað var mest sum halgibrot at byrgja Skansan inni, sum fleiri málbóru seg.
Trýstið elvdi til, at ætlanin varð slept, og sostatt er Tórshavnar Havn bygt út, soleiðis sum hon sær út nú. Men tað merkir eisini, at havnarlagið er 90.000 fermetrar minni enn upprunaliga ætlanin var. Og Kári Johansen, formaður í havnanevndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur, at nú gevur tað at bíta, tí hóast havnarlagið er bygt út, er tað longu við at vera ov lítið, tá ið Norrøna og farmaskipini eru inni.
Og hann sigur, at tað verður hvaðna verri um nøkur ár. Smyril Line ætlar at byggja farstøð á nýggja havnarlagnum og Faroe Ship ætlar at byggja pakkhús. Bara Smyril Line skal hava pláss til 200 vognar, umframt pláss til teir bilarnar, sum skulu við Norrønu. Samstundis verður Smyril uttan iva í sigling í minst 10 ár afturat.
– Tað verður rætt og slætt ikki pláss fyri øllum virkseminum á verandi havnarlagi, sigur Kári Johansen. Hann sigur, at tí verður tað neyðugt at taka gomlu ætlanina um at byggja út fram við Skansanum, fram aftur og at fáa eitt havnarlag, sum røkkur nakað út um bygningin hjá Betri.
##med2##
Kári Johansen sigur, at har er grunt, so tað er lutfalsliga bíligt at byggja út. Hinvegin verður tað ómetaliga møtimikið, fyri ikki at siga ógjørligt, at byggja út longur út á fjørðin, tí har er djúpt, so tað verður ómetaliga dýrt. Hann sigur, at tí slepst ikki undan at taka ætlanin fram aftur at byggja fram við Skansanum. Hann sigur, at tað liggur ikki fyri beint nú, men hann sigur, at hetta málið verður sett á skinnarar í hesum valskeiðnum.
Samstundis heldur hann, at tað er fullkomiligur ørskapur at hugsa tankan um at byggja tjóðleikhús á havnarlagnum á Eystaruvág – í hvussu so er til tann útbyggingin er liðug.
Les meiri um tað her: Stórfingin verkætlan hevur fingið eitt skot fyri bógvin
Kári Johansen er ikki samdur í, at hetta fer at oyðileggja Skansan. Tvørtur ímóti heldur hann, at nú fer Skansin at koma til sín rætt, við lívd framman fyri, og eini smábátahavn innan fyri, so har verður lív í framman fyri Skansan.