Tað er bíligari hjá familjum at búseta seg í Klaksvíkar kommunu

Í grein í miðlunum tykist Eyðstein Ó. Poulsen, býráðslimur, so altráður at skaða meg sum borgarstjóra og sitandi býráðsmeiriluta, at hann gloymir at upplýsa borgarum, hvussu nógv bíligari tað er at búseta seg her í Klaksvíkar kommunu enn í Tórshavnar kommunu.


Í grein í Norðlýsinum fyri stuttum greiddi eg frá um barnalættan, sum sitandi býráðsmeiriluti hevur sett í verk, og hvussu væl hann munar hjá barnafamiljunum, tí hann er veruliga størsti lætti, sum nakrantíð er givin til barnafamiljurnar í Klaksvíkar kommunu.


Men hóast hetta bert kann vera at gleðast um, so klárar Eyðstein Ó. Poulsen, býráðslimur, eftir øllum at døma ikki at gleðast saman við okkum øðrum um hetta.
Hann er enntá so bráður at koma út við onkrum ringum tíðindum um sína kommunu, at hann gloymir týðandi upplýsingar, við tí úrsliti, at hann kemur við ófullfíggjaðum saman­beringum við Tórshavnar kommunu, sum eg ikki skilji, at hann dregur inn í hetta kjakið.


Harvið gevur býráðslimurin av órøttum gevur ein fyrimun til Havnina í mun til Klaksvík, sum í veruleikanum ikki er har.
Mær rennur í huga orðatakið, at “ringur fuglur drítur í egið reiður”.
Vit í meirilutanum hava sett okkum fyri at gera tað liviligari fyri okkara borgarar her í Klaksvíkar kommunu – millum annað satsa vit miðvíst upp á at geva smábarnafamiljum størri fíggjarligt rásarúm. Barnalættin er ein týðandi partur av hesum miðvísa trivnaðarpolitikki okkara.

 


Nógv bíligari at seta búgv í Klaksvík
Í sínari frágreiðing, sum hann enntá loyvir sær at kalla eina “vegleiðing til borgararnar”, ger býráðslimurin sær ómak at vísa Føroya fólki, hvussu nógv bíligari tað – í hansara eygum – er at búgva í Havn enn í Klaksvík hjá einari familju við trimum børnum, sum hevur eina samlaða inntøku á kr. 600.000,-
Men, men – her gloymir hann eina ómetaliga týðandi upplýsing, sum ger, at hann fer so skeivur í sínum tølum, at vegleiðingin verður meira ein villleiðing enn nakað annað.


Í hesum sambandi var tað ógvuliga hugaligt at lesa grein í Norðlýsinum í fjør heyst, har ein borgari, sum saman við konu og børnum hevur valt at búseta seg í Klaksvík, ógvuliga skila­gott greiðir frá hesum viðurskiftum – eg loyvi mær her at sitera:
“Í mun til Tórshavn er bíligari at keypa hús í Klaksvík. Harafturat er tað í heila tikið bíligari at liva, tí stutt er frá heimi til arbeiði og frítíðaraktivi­tetir. Harafturat er bíligari at luttaka í fimleiki og øðrum aktivitetum. Tá alt verður tikið við, er bíligari hjá barna­familjum at búgva í Klaksvík enn í Havn.
... Eg havi lagt merki til, at hús, sum eru bygd í 70 – 80unum eru einar 750.000 kr. bíligari í Klaksvík enn í Havn”.
Tað kann valla sigast greiðari.


Miðal rentan til sethús er í løtuni 3,4% og miðal afturgjaldstíðin er umleið 25 ár. Við hesari fígging kostar eitt bankalán á kr. 750.000,- umleið kr. 3.700,- um mánaðin ella kr. 44.400,- um árið.


Sjálvsagt er hetta nakað, sum ein býráðslimur í Klaksvík, sum byrjar at samanbera við høvuðsstaðin, eigur og skal taka við í sítt roknistykki – uttan so at hann veruliga ynskir at skaða sína egnu kommunu.


Tað fái eg meg kortini ikki til at trúgva, at Eyðstein Ó. Poulsen, býráðslimur, ynskir, men hesin framferðarháttur hansara er undir øllum umstøðum ógvuliga óheppin fyri ein býráðslim, tí hetta kann – av órøttum – skaða tað kommununa, sum bæði hann og eg sjálvur eru valdir at umboða.


Eg haldi ikki, at okkum tørvar meira tøl og útgreiningar um hetta málið, tí hetta er ríkiligt til, at eg fult og heilt kann afturvísa tær villleiðandi og skaðiligu upplýsingar, sum býráðslimurin alment hevur ført fram.
Tað er munandi bíligari hjá familjum at búseta seg í Klaksvíkar kommunu.
 

Jógvan Skorheim,

borgarstjóri