Tað er skeivt at blanda olju og fisk saman. Tí fara vit at blanda tvær ymsar vinnur saman, er ilt at siga, hvar vit enda.
Pauli Einarsson, formaður í Føroya Oljuídnaði, er ikki samdur við teimum báðum, formanninum í reiðarafelagnum, Jákupi Sólstein, og stjóranum á Kósini, Jóhan Páll Joensen, um, at vit eiga at brúka tey vápn, vit hava, fyri at fáa onnur at geva okkum betri fiskivinnurættindi.
Fyrst og fremst hugsaðu teir báðir um norðmenn, sum teir halda hava verið sera kargir ímóti okkum føroyingum.
Og nú oljan stendur fyri durum, halda teir báðir, at tað er sjálvsagt ,at vit eisini brúka oljuna til at leggja norðmenn undir trýst við.Og sagt í stuttum, halda teir báðir, at vit eiga at geva norðmonnum greitt, at eru teir ikki eitt sindur lagaligari ímóti okkum føroyingum, skulu norskar fyritøkur heldur ikki rokna við at fáa nakrar serligar sømdir í eini komandi, føroyskari oljuvinnu.
Ikki tekin um styrki
Men hetta heldur formaðurin í Føroya Oljuídnaði lítið um.
Pauli Einarsson sigur, at tað er skeivt at blanda tvær vinnur saman.
Tí hvar enda vit so. Skulu vit so heldur ikki flúgva við SAS fyri tað, um norðmenn eiga ein triðing í flogfelagnum?
Hann heldur avgjørt ikki, at tað er tekin um styrki at brúka eina vinnu, sum oljuvinnuna at hótta, ella trýsta onnur at geva okkum betri sømdir á fiskivinnuøkinum.
Tað er altíð keðiligt at verða hóttur. Og tað er so skjótt at slíkar hóttanir kunnu enda afturi á okkum sjálvum.
Pauli Einarsson sigur, at vit skulu minnast til, at tekur oljuvinnan seg upp av álvara, verða tað so nógvar aðrar vinnur í Føroyum, sum, koma uppí part.
Og summi av teimum fólkum, sum einaferð koma uppí oljuvinnuna, verða kanska tey somu, sum nú vilja leggja norðmenn undir trýst.
Tí tað er ongin sum sigur, at teir, sum nú eru reiðarar á fiskiskipum, ikki verða reiðarar á onkrum øðrum skipasløgum í oljuvinnuni.
Og tá kann tað koma teimum tvørt fyri at teir nú vilja hava føroyskar myndugleikar at royna at trýsta, ella at hótta norðmen at geva okkum betri sømdir á øðrum økjum sigur Pauli Einarsson.
Men eiga vit ikki at brúka teir møguleikar vit hava, fyri at fáa betri sømdir?
Vit eiga at býta fisk fyri fisk, ella fisk fyri pengar. Og vit eiga at býta olju fyri olju, ella olju fyri pengar. Meira eigur tað ikki at blíva til. Vit eiga ikki at blanda alt saman.
Men skilir tú ikki, at reiðarar illneitast inn á norðmenn, um teir halda seg fáa verri sømdir, enn onnur fáa?
Hatta er trupult at siga nakað um. Tí eg veit ikki, hvussu samráðingaruppleggini hjá føroyingum síggja út. Eg veit heldur ikki, hvussu stóran áhuga, norðmenn hava at fiska undir Føroyum, afturímóti tí áhuga, vit hava at fiska hjá teimum. Vit eru so smá, at vit hava so lítið at samráðast við. Vit kunnu ikki so frægt sum keypa okkum kvotu, tí tað hava vit ikki ráð til. Men at blanda alt saman er býtt, sigur Pauli Einarsson.