Á Fiskamarknaði Føroya gjørdu tey fríggjadagin sínar metingar um fiskatilfeingið í vikuni sum kemur.
- Fimm partrolarapør eru til fiskiskap, og tey flestu koma inn at landa í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu.
Lagt verður aftrat, at upsafiskiskapurin hjá partrolarunum er framvegis smáligur. Tvey pør liggja, men fara væntandi út aftur í næstum.
- Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði og kemur inn at landa í vikuni. Ein liggur við bryggju, og ein frystitrolari fiskar svartkalva í Grønlandi.
Í løtuni liggja allir teir smáu trolbátarnir, men teir fara helst út aftur, tá veðrið batnar.
- Tvey garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap. Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur smáligan fiskiskap.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at øll garnaskipini koma inn at landa í vikuni.