Víkingarnir tykjast av álvara at hava fingið luft undir veingirnar, meðan tað ikki sær so gott út hjá AB, sum tað gjørdi tíðliga í kappingini. Sunnudagin vann Víkingur 4-0 á heimavølli ímóti AB. Í kvøld hittust liðini aftur á sama vølli, og í kvøld vann Víkingur 5-1. Tað ber boð um, at víkingarnir av álvara hava fingið hol á, og tað ber ikki minni boð um, at verjuspælið hjá AB ikki er sannførandi.
Í kvøld kiksaði Søren N. Samuelsen í samband við eitt mál, og Gunnar Reynslág sá beinleiðis reytt, tá ið eitt lítið korter var eftir. Harvið verður hann ikki við, tá ið AB mánakvøldið fær vitjan av KÍ.
Hálvleiksstøðan var 2-1, og AB vónin kveiktist, tá ið Ragnar Skála ein minutt undan steðginum minkaði um munin til 2-1. Sølvi Vatnhamar umsetti beinanvegin brotsspark til 1-0, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki eydnaðist tað Jørgen Nielsen at økja um leiðsluna.
Beinanvegin eftir steðgin fór luftin úr, tá ið Jákup Johansen økti um munin til 3-1, og hóast Jóhan Petur Poulsen skifti fleiri av berandi kreftunum út, so eydnaðist Víkingi at vinna 7-1. Ellivu minuttir undan leikloki skoraði Sølvi Vatnhamar aftur við brotssparki, sum væl upplagdi Aron Benjaminsen vann, og sum kostaði Gunnari Reynskág beinleiðis útvísing.
5-1 málið skoraði Filip Djordjevic við fínum skoti lítla løtu eftir, at hann varð skiftur inn.
Blaðungir spælarar á heimaliðnum síðstu løtuna vóru Kristian Jacobsen, Jens Eiler Samsson og Jákup Martin Jarnskor.










