Í áðni skrivaðu vit um, at ein fyritøka, sum hevur innflutt 50 elektriskar rennifjalar til Føroya við tí endamáli at leiga tey út til fólk, sum vilja sleppa undan at ganga, ella koyra í bili.
Men løgreglan sigur, at boðini frá Akstovuni eru, at slíkar rennifjalir eru ólógligar í Føroyum. Les meiri um tað her: Løgreglan: Hetta er ólógligt í Føroyum.
Men hesum er innflytarin, Ebbi Asgeirsson, er ikki samdur, tí hann sigur, at hetta er púra lógligt. Hann sigur, at Akstovan mistekur seg, tá ið tey skráseta elektriskar rennifjalar sum lítlar breytmotorsúkklur, ella pocketbikes. Tvørtur ímóti sigur hann, at elektriskar rennifjalar eru í sama flokki sum elektriskar súkklur. Rennifjalirnar koma úr Íslandi og Ebbi Asgeirsson vísir eisini til Hoyvíkssáttmálan. Tá ið tær eru lógligar í Íslandi eru tær eisini lógligar í Føroyum, sigur hann.
Hann sigur, ar hann ætlar sær ikki at gevast, men at stendur avgerðin hjá myndugleikunum um, at tær eru ólógligar, við, hevur hann sakføraran kláran at taka sær av málinum.