- Tað er ikki so galið at fáa

Hann hevur spælt Gekk í nógv Harrans ár, men hevur ongantíð áður verið í nær námindi. Men, í kvøld eydnaðist tað.

- Hetta roknaði eg ikki við. Eg havi spælt Gekk í nógv Harrans ár, men havi ongantíð verið í nær námindi.

 

Tað segði maðurin, sum ringdi úr Kvívík í kvøld, Jákup Olaf Joensen. Hann hevði fulla plátu og slapp ígjøgnum. 

 

Høvuðsvinningurin í Gekkaspælinum var á 1,6 miljónir, sum maðurin úr Kvívík valdi at deila í teir tríggjar leyparnar.

 

550.000 krónur lógu soleiðis í hvørjum leypi, tá Jákup Olaf Joensen byrjaði at snara hjólinum.

 

Bæði í fyrstu og aðru royndini, sum góvu ávikavist 20.000 og 30.000 krónur, steðgaði hjólið nær reyða leypinum.

 

- Vit royna triðju og seinastu ferð, var greiða svarið úr Kvívík eftir aðru royndina.

 

Í triðju royndini steðgaði hjólið aftur á 30.000 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin í kvøld.

 

- Tað er ikki so galið at fáa. Stóra takk, vóru seinastu orðini hjá Jákup Olafi Joensen.