? Tað er longu ov seint hjá nógvum næmingum

Ongi útlit til, at teir 800 studentaskúla - og HF næmingarnir sleppa aftur í skúla:

? Vit kunnu ikki longur tryggja, at allir næmingarnir fáa tað neyðugu undirvísingina fyri at sleppa til próvtøku, sum teir eiga, sigur formaðurin hjá studenta- og HF lærarunum

? Tað sær svart út. Eg eri bangin fyri, at verkfallið fer at draga út. Og longu nú er greitt, at allir næmingarnir fáa ikki lisið tað, teir skulu, fyri at teir kunnu fara til próvtøku sum vant.

Og Eilif Samuelsen hevur givið greið boð: Tað verður ikki talan um at lærarar sleppa at arbeiða yvir fyri fyri at koma uppundan aftur við undirvísingini.

Snorri Fjallsbak, formaður í yrkisfelagnum hjá HF og studentaskúlalærarum, sigur, at tað er onki sum bendir á, at endi fæst á verkfallinum, so teir 800 næmingarnir sleppa aftur í skúla.

? Vit halda, at tað er landsstýrið, sum eigur næsta útspæl. Og vit kunnu ikki annað enn harmast um, at landsstýrið ikki hevur brúkt eitt av teimum mongu høvum tað hevur havt at rætta mistakið og at seta neyðugu pengarnir av, so at teir báðir flokkarnir á Kambsdali ikki blivu lagdir saman.

Orsøkin til verkfallið var, at landsstýrið legði tveir flokkar í Kambsdali saman, so at tað blivu 28 næmingr í flokkinum.

Annars er hægsta mark 24 næmingar í flokkinum. bara undantaksvís, kann víkjast frá hesum, men tað skal verða í samráð við Yrkisfelagið.

Snorri Fjallsbak sigur, at hetta er hvørki eitt undantak, og flokkarnir eru heldur ikki samanlagdir í samráði við Yrksifelagið.

? Tí kunnu vit ikki góðtaka, at Landsstýrið brýtur eina kunngerð, tað sjálvt hevur gjørt, sigur hann.

Fyrsta høvi, Landsstýrið hwvði at rætta mistakið, var í august í fjør, tá ið rektarin á Kambsdali gjørdu vart við málið.

Annað høvi var í september, tá ið aðalstjórin. Petur Petersen sigur, at hann fekk at vita um kunngerðina um hámarkið uppá 24 næmingar í hvørjum flokki.

Triðja høvi var, táið verkfallið varð lýst fyrsta januar.

Og jórða høvi var, táið verkfallið varð avlýst vikuskiftið 10. 11. januar.


Eilif Blokeraði

Snorri Fjallsbak sigur, at tá ið verkfallið varð avblást vikuskiftið 10. og 11. januar, vóru samráðingar við landsstýrið.

Gongd var í samráðingunum so leingi embætismenninar Petur Petersen og Tummas Magnussen førdu tær.

? Teir førdu fram, at talan var um ein fíggjarligan spurning.

Men eftir midnátt leygarkvøldið kom Eilif Samuelsen uppí.

Og hann kunngjørdi beinanvegin, at talan var ikki bara um ein fíggjarligan spurning, men eisini um eitt prinsippmál um leiðslurætt og valdið.

? Tá steðgaði alt upp, og síðani hevur samband ikki verið ímillum partarnar.

Snorri Fjallsbak sigur, at hann fatar ikki, at Landsstýrið ikki er sinnað at finna 400.000 krónur, tá ið tað snýr seg sum framtíðina hjá 800 skúlanæmingum.

Tí tað vísir seg javnan, táið á stendur á øðrum sambandi, at tað ber væl til at finna pengarnar.

Men nú kann tað so ikki verða ein fíggjarligur spurningur longur, heldur hann.

Hann sigur, at honum er fortalt, at landsstýrið sparir 100.000 um dagin í verkfallinum.

So higartil hevur verkfallið spart landsstýrinum nógvar ferðir 400.000 krónur.


Alt í lagi við politiskum tiltøkum

Annars heldur Snorri Fjallsbak at í grundregluni er tað skeivt, at løgtingið leggur seg út í hetta stríði á arbeiðsmarknaðinum.

Men hann sigur, at sum støðan er, hevði Yrkisfelagið ikki sett seg upp ímóti, politiskari uppílegging.

? Men sum eg dugi at síggja, eru møguleikarnir hjá løgtinginum smáir, tí tingskipanin ger, at løgtingið arbeiðir so seint.

? Men verður talan um eitt uppskot um misálit á Eilif Samuelsen, taka vit fult undir við tí.

?Ætlar tingið hinvegin at enda verkfallið við lóg, veldst sjálvandi um, havt kemur at standa í lógini


Longu ov seint hjá nógvum

Snorri Fjallsbak sigur, at støðan er heilt hættislig hjá nógvum av teimum 800 næmingunum í Miðnámsskúlunum.

? Tað er longu nú liðið so langt út, at tað verða ikki allir næmingarnir, sum koma ígjøgnum tað teir skulu lesa.

? Partvís eru skjótt tríggjar vikur mistar. Men partvís hevur landsstýrið eisini gjørt heilt greitt, at tað verður ikki talan um at lærarar sleppa at arbeiða yvir fyri at koma ígjøgnum alt tað kravda tilfarið.

? Og tað er greitt, at heldur verkfallið fram nógvar dagar afturat, kunnu vit slett ikki tryggja næmingunum tað neyðugu undirvísingina, sum skal til, fyri at fara til prógv, sum vanligt, hóast vit sleppa at arbeiða yvir.

Hvussu so verður við próvtøkuni, veit Snorri Fjallsbak ikki