Enn er óvist um prísurin á streymi fer at hækka hesa næstu tíðina. Tað sigur Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum. Men hann vísir á, at Sev hevur uppslýst, at í øllum førum verður ikki talan um nakra munandi hækking.
Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu nóg hann væntar, at eitt húsarhald skal gjalda fyri at hita sær húsini í vetur og næsta ár. Hon hevur eisini spurt hann, hvussu væntar, at prísurin á streymi fer at vera, og hvussu livikostnaðurin annars fer hækka.
Landsstýrismaðurin sigur, at Sev hevur boðað frá, at enn er ikki endalig støða tikin til streymprísin næsta ár, men undir øllum umstøðum verður talan ikki um nakra munandi hækking.
Men KvF sigur frá Sev, at prísurin á streymi fer at hækka eini 20-30 oyru fyri kilowatttíman við mvg. Tað merkir, at næsta ár skal eitt vanligt húski rinda einar 100 krónur meiri um mánaðin fyri streymin.
Annars sigur landsstýrismaðurin, at støðan er so óviss, at tað er vónleyst at siga, hvussu støðan verður. Tí hevur landsstýrið tikið støðu til at lata teimum, sum eru ringast fyri, ein oljustuðul, sum kann vera upp í 7.000 krónur, tí oljan er nógv hækkað.
Sólvit E. Nolsø sigur, at tá ið tey gjørdu av at lata oljustuðulin, var størsta avbjóðingin nettupp at meta um, hvussu nógv dýrari tað verður at liva hesa næstu tíðina, tí støðan er so óviss, og harafturat broytist støðan alsamt og tí er heilt ógjørligt meta um, hvussu gongdin verður.
Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, ásannar, at oljan er ein stór útreiðsla, men tað eru eisini aðrar útreiðslur, sum eru nógv hækkaðar og tí heitir hann á landsstýrið um at hugsa um annan stuðul enn til bara olju.
– Endin kann vera, at oljustuðulin ikki verður til annað enn stuðul til oljufeløgini, leggur hann afturat.