?Norðmenn hava altíð verið ótrúliga kargir ímóti føroyingum. So kunnu vit leggja trýst á teir við oljuni, skal tað heilt avgjørt verða gjørt.
Jóhan Páll Joensen, stjóri á einum av okkara allarstørstu fiskavirkjum, Kósini, tekur fult undir við formannin í reiðarafelagnum, tá ið hann mælir til at føroyingar skulu brúka oljuna at leggja norðmenn undir trýst.
Í Sosialinum í gjár var Jákup Sólstein so argur inn á norðmenn, at hann helt, at føroyingar nú áttu at seta hart ímóti hørðum.
? Vit fáa so ringar sømdir frá norðmonnum, at vit eiga heilt avgjørt at gera okkurt fyri at noyða teir at geva okkum betri sømdir, sigur Jákup Sólstein,
Og hann heldur, at vit hava ta besta vápnið av øllum at leggja norðmenn undir trýst við: Eina komandi oljuinnu.
Norðmenn standa eina fremst í teirri longu røð av oljufyritøkum, sum royna at sleppa framat trognum í eini føroyskari oljuvinnu
Men formaðurin í Reiðarafelagnum heldur, at vit eiga at gera norðmonnum greitt, at norskar fyritøkur skulu ikki vænta sær at fáa nakað serligt burturúr í Føroyum, eru teir ikki lagaligar ímóti okkum á fiskivinnuøkinum.
Tað, sum fekk bikarið hjá reiðaraformanninum at flóta yvir, var, at norðmenn herfyri noktaðu Sverra Ólavsyni at fiska í norskum sjógvi tí hahn hevði fiska í smoguni, tá ið íslendingar áttu hann. men Samstundis sluppu týskir trolarar at fiska, sum eisini vóru gamlir smogu-trolarar úr Íslandi.
Hatta er púra beint
hesum tekur stjórin á Kósini í Klaksvík fult undir við.
Jóhan Páll Joensen sigur, at norðmenn hava altíð verið ótrúliga kargir ímóti okkum føroyingum, og hann heldur avgjørt, at teir hava brúk fyri at fáa eitt mótspæl.
Tí heldur hann, at tað er púra beint at víðka samstarvið ímillum londini bæði til eisini at umfata olju, umframt fiskivinnu.
? Norðmenn hava heilt avgjørt brúk fyri at verða lagdir undir trýst. Og kann oljan brúkast til tað, skal hon eisini verða brúkt til tað, heldur Jóhan Páll Joensen.
Hann sigur, at oljan eigur at verða brúkt til at gera unstøðurnar hjá fiskivinnuni betri.
? Og ein máti kann avgjørt verða at brúka oljuna at útvega okkum betri fiskirættindini frá norðmonnum.
Hann heldur, at tað er serliga í Barentshavinum at føroyingar eiga at krevja betri sømdir frá norðmonnum, men eisini í sildini.
? Oljan er okkara sterkasta aktiv í løtuni. Og hon er okkara einati møguleiki at leggja trýst á norðmenn. ? Og tann møguleika eiga vit at brúka, sigur Jóhan Páll Joensen.