– Trupult at fyrihalda seg til videobrot frá aktivistum um Bakkafrost

– Lúsatølini hava verið sera langt undir støðið, har laksurin er “covered with lice”, sum sagt verður í klippinum, sigur landsdjóralæknin um videobrot, sum umhvørvisaktivistar hava lagt út um Bakkafrost

– Tað er yvirhøvur trupult at fyrihalda seg til eitt klipp, har vit ikki vita hvar tað er tikið.

 

Soleiðis sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni, tá vit spyrja hana umvideobrotini, sum umhvørvisaktivistar hava lagt út um laksaalingina hjá Bakkafrosti.

 

Í videobroti leggja aktivistarnir Bakkafrost undir at hava sjúkan laks og vísa videobrot, sum sambært teimum er frá aliringum hjá Bakkafrosti, og okkurt úr einum kassa uttan fyri virkið.

 

Tað er tó ringt at meta, um hetta er ordiligt ella falskt. Tí í prinsippinum kann videobrotið frá alibrúkinum undir vatninum vera allastaðni frá.

 

Landsdjóralæknin kann av tí sama heldur ikki gera nakra ítøkiliga meting um hetta. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur í øllum førum ikki fingið fráboðan um nakað slíkt.

 

– Tað er regluligt eftirlit við alibrúkum og harafturat er tað ásett í lóg, at álvarsligar sjúkur hjá laksi skulu fráboðast til okkara.

 

– Vit hava onga slíka fráboðan fingið síðan illgrunan um ILA í mai í ár, heldur ikki hevur okkara eftirlit givið illgruna um sjúku aðrastaðni, enn hendan tilburðin í mai, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni.

 

Hon vísir víðari á, at lús verða taldar regluliga, 14. hvønn dag á hvørjum alibrúki.

 

– Lúsatølini hava verið sera langt undir støðið, har laksurin er “covered with lice”, sum sagt verður í klippinum, sigur hon og leggur aftrat, at lúsatølini eru almenn og kunnu síggjast á heimasíðuni www.hfs.fo undir “Laksalús í høgra bredda.

 

LES EISINI: Aktivistar fara eftir Bakkafrost á sosialu miðlunum

 

##med2##

 

##med3##