Klokkan 19 hittast KÍ og Víkingur í finaluni um løgmanssteypið á Tórsvølli. Tað eru seks ár síðani, at Víkingur og KÍ hittust í finalu um løgmanssteypið.
Finalan í 2016 var leygardagin 27. august, og sambært faroesoccer.com vóru tað 4.652 áskoðarar. Hóast finalan í 2016 var á hásumri, og tað nú er heyst, so kann tað væl vera, at áskoðaratalið í kvøld fer at líkjast tí, sum tað var fyri seks árum síðani. Gravgangurin eftir at tryggja sær atgongumerki hevur verið so stórur millum KÍ fjepparar, at FSF hevur latið fleiri bólkar, sum tað verður kallað, til KÍ. Áhugin er eisini stórur í Eysturkommunu, og so eru tað aðrir fótbóltsfjepparar, sum ætla sær at vera eygnavitni, tá ið ársins síðsti fótbóltsdystur verður í Føroyum.
Seinnapartin í gjár høvdu knappliga 4000 keypt áskoðaramerki, og tá ið veðrið er so milt, sum tað er nú seinnapartin, kann tað væl hugsast, at tey eru fleiri, sum hava ivast í, um tey skulu fara á Tórsvøll, sum nú taka avgerð um at fara.
Fyri seks árum síðani var øgiligur dramatikkur, tá ið KÍ eftir 1-1 og eftir brotssparkskapping tryggjaði sær fyrsta steypið síðani 1999, tá ið KÍ vann greipuna.
Ta ferðina var eitt lítið korter farið, tá ið Víkingur gjørdi sjálvmál, og ein stórur hálvur tími var farin, tá ið Andreas Lava Olsen javnaði til 1-1. Í brotssparkskappingini var tað Súni Olsen, ið er uppvaksin í Sarpugerði, sum skoraði við avgerandi brotssparkinum hjá KÍ.
Tríggir spælarar, sum vóru á liðnum í finaluni fyri seks árum síðani, eru framvegis á KÍ liðnum. Teir eru Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð og Páll A. Klettskarð. Géza Túri, sum fyri seks árum síðani vardi málið hjá Víkingi, er nú málmansvenjari í Klaksvík.
Fýra spælarar, sum vóru á liðnum í finaluni fyri seks árum síðani, eru framvegis á liðnum hjá Víkingi. Teir eru Gunnar Vatnhamar, sum ta ferðina varð skiftur inn fram ímóti dystarenda, Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen og so Atli Gregersen, sum fyri seks árum síðani var liðformaður. Hann er framvegis liðformaður í Víkingi, men í finaluni í morgin verður hann ikki við. Í báðum hálvfinalunum ímóti HB sá Atli gula kortið, og tað ber við sær, at hann leygarkvøldið verður leikbannaður.
Meðan tað síðani 2016 ikki er eydnast KÍ at vinna seg í finaluna um løgmanssteypið, so hevur Víkingur verið í finaluni í bæði 2019 og í 2020. Í báðum førum var finalan ímóti HB, og í báðum førum tapti Víkingur. Í 2019 vann HB 3-1, og í 2020 vann HB 2-0.
Í landskappingini var tað ógvuliga tætt, tá ið KÍ og Víkingur hittust í landskappingini í ár. KÍ – Víkingur 1-0, Víkingur – KÍ 0-0 og Víkingur – KÍ 1-2.