Tað fer at skapa ein stóran trupulleika

Skulu vit fáa fleiri útlendingar til Føroya at arbeiða, kann tað gera ein stóran trupulleika nógv størri, heldur tingmaður

Tað er gott, at vit kunnu fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroyar – men tað kann skapa ein ógvuliga stóran trupulleika fyri okkum, sum búgva her. Tað heldur Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin. Hann sigur, at eitt er at fáa útlendska arbeiðsmegi hendavegin – men hvar skulu tey búgva, spyr hann í grein, hann hevur sent fjølmiðlunum í morgun.

 

Hann sipar til ynskið frá arbeiðsgevarunum um at gera tað lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, tí tað er so stórt trot á arbeiðsmegi, at tað er ein fíggjarligur missur fyri samfelagið.

 

Hann ásannar, at tað er ein fløskuhálsur, men fáa vit stórvegis av útlendskari arbeiðsmegi hendavegin, fer tað at gera ein stóran fløskuháls í Føroyum enn trengri.

 

– Í prinsippinum kundu vit bara latið útlendingar átikið sær øll tey størv, ið føroyingar ikki skoyta um, sigur Jaspur Langgaard. Men hetta er ikki so einfalt, sum tað ljóðar tí tað hevði skapt vit aðrar fløskuhálsar - serstakliga á bústaðamarknaðinum.

 

 – Vit hava longu nú eina ovurstóra kreppu á bústaðamarknaðinum. Alt ov torført er at fáa hóskandi bústað. Hetta skapar nógv arbeiði í byggivinnun, ið sostatt hevur tørv á enn meiri arbeiðsmegi. Økta virksemið í byggivinnuni er ein av orsøkunum til at tað eru komin so nógv útlendsk arbeiðsfólk hendavegin, sigur hann.

 

 Hesi starvsfólk hava ofta vánaligar umstøður – eisini tí at tey er ikki serliga kravmikil. Men hann sigur, at spurningurin er, um tað er virðiligt, at lata fólk búgva í bingjum í longri tíð. Onnur leiga kømur ella mugu deila íbúðir og smá hús, sum er nakað frægari. Men hetta leggur stórt trýst á bústaðamarknaðin, soleiðis at tað verður enn truplari hjá fastbúgvandi føroyingum at fáa hóskandi bústað.

 

– Tað er gott, at vit kunnu fáa útlendingar hendan vegin at hjálpa okkum við arbeiði, ið vit ikki sjálvi megna. Men tað má gerast hóvliga, soleiðis at vit ikki gera bústaðakreppuna enn verri, sigur hann.

 

Hann heldur, at tørvurin á arbeiðsmegi er kanska ikki so stórur, tá ið samanum kemur. Tá ið vit næstan einki arbeiðsloysi hava í Føroyum, ger tað minni, um onkur verkætlan liggur á láni, heldur løgtingsaðurin fyri Sambandsflokkin. 

 

Hann heldur eisini, at vinnulívið átti at lagt orkuna í at bygt bústaðir, soleiðis at bústaðakreppan so líðandi kann linkast.